Fótbóltssambondini hjá Serbia, Kroatia og Montenegro hava øll fingið revsingar frá evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA orsaka av ósømiligum og rasistiskum atburði hjá viðhaldsfólkum hjá teimum trimum landsliðunum.
Kroatiska fótbóltssambandið verður revsað fyri rasistiska atburðin hjá einum parti av kroatisku áskoðarafjøldini undir EM-undankappingardystinum móti Turkalandi. Harumframt brúktu áskoðarar hjá Kroatia ólóglig rómverjaljós undir dystinum.
Til komandi EM-undankappingardystin á heimavølli móti Armenia 21. november má Kroatia spæla fyri 6.000 færri áskoðarum, tí UEFA krevur partar av áskoðaraplássunum stongd. Harumframt fær kroatiska fótbóltssambandið eina bót, ið svarar til 230.000 krónur í okkara peningi.
Fótbóltssambondini hjá Serbia og Montenegro vera revsaði fyri ein innanhýsis dyst fyrst í oktober. Serbia verður eisini revsað fyri, at áskoðarar hjá teimum hava blakað rómverjaljós, umframt nýtslu av vandamiklum lasarapennum, ið eru seldir á tí svarta marknaðinum.
Fótbóltssambandið í Serbia fær eina bót upp, ið svarar til 865.000 krónur í okkara peningi. Harumframt má Serbia spæla EM-undankappingardystin á heimavølli 19. november móti Bulgaria uttan áskoðarar.
Áskoðarar hjá Montenegro oyðiløgdu setur kring leikvøllin, og fyri tað fær montenigrianska fótbóltssambandið eina bót upp svarandi til 150.000 krónur í okkara peningi. Harumframt fær Montenegro bann fyri at hava áskoðarar við til útidystin í EM-undankappingini móti Ungarn 19. november.