MEN sjálvandi er tað ikki allur sannleikin. Og tí eiga vit í hesi avdúkingartíð ikki at stempla allar serbar sum barbarar. Tað vildi verið eins barbariskt. Tí er tað so umráðandi at brúka vit og skil og ikki bara kenslur, tá tað nú skal ruddast upp. Og nettup hetta er uppgávan hjá ST-dómstólinum, sum helst flestu okkara enn geva lítlan ans. Men veruleikin er tann, at nettup hesin altjóða dómstólur hevur kanska eina ta mest týðandi uppgávuna í heimssamfelagnum nú vit fara inn í eina nýggja øld. Tað skal tí vera okkara vón, at allar tjóðir stuðla undir hesum dómstóli og geva honum tann status, sum hann eigur at hava. Og her kann Kosova verða ein byrjan.
TAÐ stutta av tí langa í hesum hópavrættingarmáli er, at teir seku mugu finnast. Og her ikki minst teir persónar, sum hava staðið á odda - frá politiherovasta í Pristina til forsætisráðharra í Beograd. Eingin kosovaalbani, sum mist hevur eitt ella fleiri av sínum næstu, kann liva við, at tey, ið hava givið boðini um at myrða teirra næstu og framt morðini, kunnu ganga frítt í gøtunum í Beograd ella aðrastaðni í Jugoslavia. Hesi mugu fyri ein dómstól. Men her hvílir so sanniliga eisini ein stór ábyrgd á serbiska fólkinum - at tað krevur sínar egnu leiðarar frá og fyri ein rætt at standa til svars fyri ræðuligu gerðir sínar. Nato ella heldur ST eigur nú at fara undir eina upplýsingarherferð í Jugoslavia, soleiðis at fólkið har fær at vita , hvat veruliga er hent í Kosova, hvat teirra landsmenn hava gjørt móti ósekum sivilum.
JÚST her kemur eisini kirkjan inn í myndina. Hon hevur sum er stóran týdning fyri serbiska fólkið, og tí kemur tað væl við, nú tað ljóðar, at kirkjuleiðarar í Serbia vilja hava Milosovic og hansara stjórn frá. Kirkjan hevur ikki altíð kent sína vitjanartíð, tá tað hevur rátt um at tala at órættvísi og yvirgangsvirksemi frá oddamonnum í einum landi. Men nettup tá kirkjan í grundvølli sínum stendur fyri kærleika og rættvísi, átti hon at verið tað besta amboðið at komið slíkum barbarum sum Milosovic og hansara næstu til lívs. Og hvar er alheims kirkjan í hesum! Átti ikki hon at givið ljóð og farið í ?hernað? móti barbarstýrinum hjá Milosovic! Nettup tá kirkjan hevur so góða undirtøku í fólkinum - og hon stendur fyri uppýsing og kærleika og rættvísi - kann hon hava so stóra ávirkan á eitt samfelag sum tað jugoslaviska. Eftir okkara tykki eiga ST og heimskirkjan at taka yvir, har Nato slepti - fyri at geva teimum niðurpíndu og terroriseraðu kosovaalbanunum frið í sálina. Tað fáa teir bert, um serbisku hópdrópsmenninir fáa tann dóm teir eiga.