Tá ið SMS opnaði í síðstu viku, vóru tveir danskarar, sum gingu runt í handlinum Expert. Teir umboðað merkið "LOEWE.", sum ikki hevur verið selt í Føroyum fyrr. Gissur Patursson, sum eigur nýggja Expert handilin, hevur fingið merkið til nýggja handilin, og teir báðir eru komnir upp at leggja starvsfólkunum lag á.
Talan er um Michael Brandi og Per Jensen. Michael hevur í 18 ár starvast við innan sjónvarpstøkni, og 7 tey seinastu árini hevur hann arbeitt fyri merkið LOEWE.. Nú er hann framleiðslustjóri fyri søluna av vørum í Norðurlondum.
Per Jensen hevur starvast við sjónvørpum í 12 ár. Fýra tey seinastu hevur hann arbeitt fyri LOEWE.. Hann er framleiðslustjóri fyri sølu av merkinum í Danmark.
Eksklusivt merki
Teir baðir síggja ein góðan marknað í Føroyum. LOEWE. er eitt dýrt merki, men tað er sera frammalaga innan ljóð og mynd. Eitt sjónvarp, sum sølumenninir vístu teimum útsendu frá Sosialinum, hevur egnan harðdisk. Sostatt kann sjónvarpið taka upp uttan upptøkutól. Eisini ber til at steðga, hóast tú hyggur at beinleiðis sending. Tú kanst eisini spola aftur upp til ein hálvan tíma, hóast tú hevur tikið uppá.
- Okkara vøra er dýr, men hon er eisini heilt serlig. Talan er um merkivøru, sum er sera eksklusiv. Tí seta vit eisini krøv til handlarnar, sum selja vørurnar. Vit vilja, at sølufólkini skulu hava holla vitan um vøruna, soleiðis at hann kann vegleiða kundanum rætt, sigur Per.
- Expert í SMS stendur als ikki aftanfyri hinar handlarnar í Danmark. Teir duga væl at sýna vøruna fram, og starvsfólkini er vinarlig og dugnalig, sigur Michael.
Teir halda eisini, at SMS er akkurát tað rætta staðið at hava handil.
- SMS er eitt spennandi innkeypssentur, og har er hugnaligt umhvørvi. Fólk arbeiddu eisini so hart fyri at fáa alt liðugt til SMS skuldi lata upp aftur, og tað vísti okkum, at har var vilji til at gera tingini ordiligt, sigur Michael.
Teir hava nøkur ávís krøv til vørurnar teir selja. Tað skal ikki vera soleiðis at fólk eru ónøgd við tað, tey keypa. Tí royna teir at vegleiða fólk so væl sum gjørligt, og útbúgva fólk, ið skulu arbeiða fyri teir, til tað sama.