Í nýumvalda Listaskálanum verður nógv á skránni í næstum.
Nú er ikki longur neyðugt at brúka trygdarhjálm í Listaskálanum, tí takið er tryggjað og harumframt hevur skálin blivin einfaldari og reinari og tað hóskar væl til umstøðurnar og listaverkini, sigur Niels Ort, savnsleiðari
Umframt føstu framsýningina, ber beint nú til at síggja eina serframsýning av verkum úr goymsluni, sum ikki hava verið at sæð í eina tíð.
Verkini á framsýningini eru eitt umboðandi savn av nýmótans føroyskari list frá
undangongumanninum Ingálvi av Reyni og frameftir.
- Øll verkini viðgera á hvør sín hátt stóra spurningin í nýmótans list, nevniliga
sambandið millum figuratiónina, sum er tað ið vit kenna aftur, og abstraktiónina, sum er tað ið hoyrir sjálvum málninginum til: Litir, flatar, rúm, skipan og tilfar.
Í teimum abstraktu myndunum er figuratiónin altíð nærverandi, og í teimum figurativu myndunum liggur abstraktiónin og lúrir.
- Vit eiga fyrst at hyggja við hvøssum eygum og at enda eiga vit at gníggja eyguni eitt sindur, tí list snýr seg ímillum mangt annað um at síggja, og hvussu ið vit síggja.
Framsýningin, Per Arnoldi Etc., letur uppaftur fríggjadagin 20. januar, og listamaðurin kemur á savnið leygardagin fjórða februar at vera við í einari samrøðu um sína list.
Seint í februar kemur framsýningin við Tróndi Patursson, og so halda framsýningar og fyrilestrar á ígjøgnum gjøgnum árið.