Sergio Ramos svarar aftur

La Liga: Real Madrid svaraði í kvøld aftur, eftir at FC Barcelona vann í gjár

Real Madrid vann í dag 3-1 Eibar á Santiago Bernabeu í spanska høvðusstaðnum, Madrid. Heimaliðið var á odda 3-0 longu í hálvleikinum og fyrsta málið kom longu aftaná fýra minuttir.

Týski miðvallarin, Toni Kroos, legði fyri við málskjótingini. Síðani tóku verjuspælararnir yvir. Fyrst skoraði miðverjin og liðskiparin, Sergio Ramos, og løtu seinni økti Marcelo til 3-0. Hann fór eftirfylgjandi á knæ og lyfti nevan á loft, sum ein stuðul til “Black Lives Matters” rørsluna.

Sergio Ramos fór av vøllinum við einum snuddi aftaná ein tíma, men sigur við spanskar miðlar, at talan ikki er um nakað álvarsligt.

Real Madrid er nú aftur tvey stig aftanfyri oddaliðið FC Barcelona, sum í gjár vann 4-0 á Mallorka. Millum málskjúttarnir vóru danski Martin Braithwaite og Lionel Messi.

1Barcelona28194567:3161
2Real Madrid28178352:2059
3Sevilla28148641:2950
4Real Sociedad27144945:3346
5Getafe28137838:2746
6Atlético Madrid281113432:2246
7Valencia281110739:4043
8Villarreal281251145:3841
9Granada281251135:3341
10Athletic Bilbao28911830:2438
11Osasuna27810934:3834
12Levante281041433:4134
13Real Betis28891138:4533
14Real Valladolid287111025:3432
15Alavés28881229:3932
16Eibar28761528:4427
17Celta Vigo285111222:3526
18Mallorca28741728:4825
19Leganés28581522:4123
20Espanyol28581525:4623