Óseriøst fyrireikingararbeiði av vaktarskipi

Á skipsmeklaravirkinum Maretec á Argjum eru teir sera skuffaðir av myndugleikunum í samband við útbjóðingina av nýggjum vaktarskipi. ? Vit hava hálvtfjórða ára royndir við samstarvi við kinesiskar skipasmiðjur - men kortini valdu myndugleikarnir ikki at bjóða okkum við - hóast vit gjørdu vart við hetta, sigur Álvur Mortensen á Maretec

Eirikur Lindenskov


? Tað líkist púra ongum, at Fiskiveiðieftirlitið og politiski myndugleikin annars velur nakrar fáar burtur úr at geva tilboð um bygging av nýggjum vaktarskipi.

Hetta sigur Álvur Mortensen frá skipsmeklaravirkinum Maretec á Argjum.

? Vit gjørdu bæði Anfinn Kallsberg, løgmann, John Petersen, fiskimálaráðharra og Kaj P. Mortensen eins og Vaktar- & Bjargingartænastuni greitt í brævi, dagfest tann 21. juli, at vit vóru førir fyri at geva tilboð upp á bygging av nýggjum vaktarskipi.

Álvur Mortensen sigur, at hann hevur tosað við Elmar Højgaard og Fiskiveiðieftirlitinum og frá honum fingið at vita, at í fyrstu syftu var ikki ætlanin at fara út um Norðurlond at biða um tilboð.

Kortini valdu teir at broyta hesa avgerð - og teir hava m. a. biðið um tilboð frá skipasmiðjum í Kina.


Spurt á sendistovuni

? Hetta eru ikki tær skipasmiðjurnar, sum vit samstarva við - og hóast vit eru teir einastu í Norðurlondum, sum hava royndir við samstarvi við kinesiskar skipasmiðjur, so hava teir als ikki boðið okkum við, sigur hann.

Álvur Mortensen sigur, at hann eisini setti Fiskiveiðieftirlitisstjóranum hendan spurningin, men hann svaraði, at teir høvdu spurt á kinesisku sendistovuni um adressur hjá kinesiskum skipasmiðjum, og tann vegin fingið samband við tær tríggjar kinesisku skipasmiðjurnar, sum givið hava tilboð.


Serfrøðingar í at byggja vaktarskip

? Tá soleiðis verður atborið, so hava menninir ikki gjørt eitt seriøst arbeiði. Ikki tí. Tað er í fínasta lagi, at teir sjálvir fara út og biða skipasmiðjur um tilboð. Men eg haldi, at tað er nógv fyri, at teir ikki hirða at bjóða okkum við. Vit eru hóast alt eitt føroyskt skrásett skipsmeklaravirki, sum betalir sín skatt í Føroyum. Vit eru eisini einasta skipsmeklaravirkið í Norðanlondum, sum hevur gjørt byggisáttmála við kinesiskar skipasmiðjur, sigur Álvur Mortensen.

Hann leggur eisini afturat, at tann skipasmiðjukonsernin, sum teir samstarva við, m. a. hevur eina skipasmiðju, sum serliga hevur til uppgávu at byggja herskip og vaktarskip.

? Vit boðaðu teimum frá, at vit fóru at verða bidnir um tilboð upp á at byggja eitt føroyskt vaktarskip, og teir gjørdu seg til reiðar, sigur Álvur Mortensen, sum heldur tað vera nógv fyri, at teir á hendan hátt verða forbígingnir av føroysku myndugleikunum.


Hugstoytt ikki at verða tiknir upp á ráð

? Tað er sera hugstoytt - serliga tá vit hava fingið so góðar sømdir í Íslandi, har vinnan og stjórnin taka okkara arbeiði í álvara. Her í Føroyum - her vit sita ein kilometur frá, har avgerðirnar verða tiknar, verða vit als ikki tiknir við upp á ráð!

Álvur Mortensen sigur, at skipsmeklaravirkið Maretec í hálvtfjórða ár hevur samstarvað við kinesisku skipasmiðjurnar.

? Men hevði Maretec kunna veitt landsstýrinum eitt bíligari tilboð, enn tey innkomnu?

? Tað kann eg ikki siga, men í øllum førum so høvdu vit kunnað givið eitt kvalifiserað og seriøst tilboð. Tað má vera klára og greiða endamálið hjá landsins myndugleikum, at teir fáa tey bestu tilboðini. Teir skulu varða um áhugamálini hjá landsins borgarum og ikki hjá ávísum skipasmiðjum, heldur Álvur Mortensen, sum eisini vísir á, at tað var øðrvísi, um talan var um eitt privat virki.


Amatørar?

? Vit eru sera skuffaðir av myndugleikunum, og vit finna okkum als ikki í slíkari viðferð, sigur Álvur Mortensen, sum sigur seg vera farnan í blaðið fyri at gera almenningin greiðan um, hvussu illa landsins myndugleikar arbeiða við skattaborgarans peningi.

Ikki tí. Álvur Mortensen væntar ikki, at avgerðin verður broytt, og hann ásannar, at her er helst einki at gera. Men samstundis kann hann ásanna, at her hevur verið arbeitt sera óprofessionelt - so óprofessionelt, at hann skírir teir, ið staðið hava fyri arbeiðinum fyri amatørar.

? Eg ivist ikki í, at tað eisini eru aðrir, eitt nú í Noreg, í Hollandi, Belgia , Póllandi og aðrastaðni við, sum fegnir høvdu viljað bjóðað upp á hetta arbeiðið.

? Tá vit verða vanvirdir á slíkan hátt av føroysku myndugleikunum, so er spurningurin, um vit ikki í staðin áttu at skrásett okkara virki uttanlands - um vit tá høvdu verið tiknir upp á ráð av føroysku myndugleikunum, sigur Álvur Mortensen, sum at enda spyr, um hetta er tað sum fullveldislandsstýrið vil - at teir ikki hava álit á egnum landsmonnum, sum arbeiða internationalt.