? Óseriøsur journalistikkur

Formaðurin í Grindamannafelagnum váttar at hann hevur tosað við blaðmannin frá The Express, men sigur samstundis at tað hann verður siteraður fyri er tikið burtur úr einum samanhangi

? Jú, eg havi tosað við Danny Penman, sigur Hans J. Hermansen.

? Men tíverr, so er tað sum eg havi sagt, slitið sundur og sett í skeivan samanhang, leggur hann afturat.

Hans J. Hermansen varð uppringdur fyri eini tíð síðani av Danny Penman, sum er blaðmaður fyri The Express.

Hesin vildi fegin hava eitt sindur at vita um føroyskt grindadráp, og tað er júst tað, sum Grindamannafelagið vil.

Inn í ein opnan dialog við tær kritisku røddirnar, sum hava nakað at finnast at grindadrápinum viðvíkjandi.

Men tað skuldi vísa seg, at her var talan um ein úlv í seyðaskinni.

? Man má heldur siga at talan hevur verið um enn ein tendensiøsan og óseriøsan blaðmann, sum frammanundan hevði avgjørt hvat tað vr hann skuldi skrivað, sigur Hans J. Hermansen.

Hans J. Hermansen er væl greiður yvir, at hann bert kann seta seg at skriva afturímóti, men hann ivast í, um nøkur hjálp er í tí.

? Eitt nú segði eg við mannin, at tað er talan um umhvørvisliga imperialismu, og tað hevur hann vent til at verða grøna imperialismu, sum í mínum hugaheimi merkir nakað heilt annað, sigur Hans J. Hermansen.

? Tað er m. a. tí eg loyvi mær at ivast í, um tað hjálpir at skriva afturímóti í hesum føri.

Men tað merkir avgjørt ikki, at Grindamannafelagið ætlar sær at geva skarvin í bardaganum fyri rætti føroyinga at drepa grind og ímóti útlendskum óviti.

? Nei, tað verður tað ikki talan um, sigur Hans J. Hermansen.

? Vit hava avgjørt at føra okkara »stríð« á henda hátt og tí halda vit fram við. Vit halda tað verða skilabest at greiða fólk sakliga frá við teimum grundgevingum, sum vit føroyingar hava fyri at drepa grind, og tað verður ikki broytt, bara tí at ein blaðmaður, sum er vinarliga sinnaður mótvegis teimum sokallaðu »umhvørvisfelagsskapunum« ikki dugir at verða sakligur í sínari skriving, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum.

Hann leggur afturat, at hann, stutt eftir samrøðuna, hevði varhugan av at Penman var ikki tann hann gav seg út fyri at verða.

? Hann lovaði at senda mær eintak av greinini, áðrenn hann prentaði hana, men har kom einki, sigur Hans J. Hermansen.

Og orsøkin er óivað tann, at Penman hevur ikki ynskt at innihaldið í grein hansara skuldi verða alment kunnugt í Føroyum áðrenn blaðið var prentað. Tí so kundi hent at onkur fór at verja seg - og tað hevur ikki verið ætlanin.