Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá andstøðuflokkinum um serligt barnaískoyti til húski, ið liva undir fátækamarkinum
Tað er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg (serligt barnaískoyti til húski, ið liva undir fátækramarkinum), sum er til viðgerðar, og tað snýr seg um, at Almannaverkið veitir efti rumsókn eitt serligt mánaðarligt barnaískoyti upp til 1.500 krónur fyri bvørt barnið til húskið, ið liva undir fátækamarkinum.. Tað er landsstýrismaðurin, sum í kunngerð skal áseta fátækramarkið og nærri reglur um serliga barnaískoytið við grundarlagi í áliti um eitt føroyskt fátækramark frá 2014.
Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at tað var á almennum fundi í Miðlahúsinum 23. apríl 2015, at floksformenninir í øllum teimum politisku flokkunum viðgjørdu støðuna við fátækaváða og serliga støðuna hjá børnum í fátækradømi.
– Á fundinum varð m.a. viðgjørt at veita eitt hækkað barnaískoyti til húski undir fátækamarkinum, sum ein átrokandi bata. Og allir flokkar søgdu seg vilja gera nakað við hetta mál. Tí verður nú uppskot lagt fyri tingið um eitt serligt barnaískoyti til húski, ið liva undir fátækramarkinum, siga teir fýra flokkarnir í viðmerkingunum.
Seinastu tíðina eru persónligar søgur, almennar frágreiðingar, hagtøl og upplýsingar frá sjálvbodnum felagsskapum løgd fram, sum staðfesta, at fólk liva í fátækraváða og undir fátækramarkinum í Føroyum. Og flokkarnir skriva víðari:
– Harímillum er staðfest, at 1.326 børn eru í fátækraváða. Og sambært upplýsingum frá felagsskapinum »Í menniskjum góður tokki«, eru meira enn 500 børn í 269 húskjum, sum eru mest fíggjarliga sperd og liva undir 50% av miðinntøkuni. Hetta er ein støða, sum á ongan hátt kann góðtakast.
– Talan er sjálvsagt um menniskju í ymiskari støðu. Staðfest er, at talan er um húski, ið kunnu hava eina ella fleiri lønarinntøkur. Og um húski, sum av øðrum orsøkum eru fíggjarliga sperd í longri tíðarskeið. Orsøkirnar til hesa støðu og átøkini til at broyta umstøðurnar og møguleikarnar, eru ymisk og grundleggjandi.
– Tann politiska avbjóðingin er m.a. at viðgera bústaðarkostnað, kostnaðarstøði, lønarlag, skatt- og avgjaldsviðurskifti, útbúgvingarmøguleikar, møguleikar fyri fullum starvi o.a., soleiðis at gjørligt verður hjá fólki at lyfta seg úr fátækraváða og at liva við somu møguleikum, rætt- indum og skyldum í samfelagnum.
Víðari verður sagt, at tað mest ítøkiliga, ið kann gerast nú, er at gera eitt serligt átak fyri børn í teimum mest fíggjarliga sperdu familjunum.
Í “Álitinum um eitt føroyskt fátækramark” verður m.a. sagt um børn í fátækradømi:
“Eitt lív í fátækradømi hevur stórar avleiðingar – ikki bara fyri tann einstaka, men eisini fyri samfelagið. Fátækradømi ávirkar avrik hjá børnum á útbúgvingarøkinum og harvið eisini møguleikarnar hjá hesum børnum seinni í lívinum. Kanningar í øðrum londum vísa, at børn, ið vaksa upp í fátøkum familjum, hava verri útlit seinni í lívinum at fáa arbeiði ella at fáa eina útbúgving enn børn, ið vaksa upp í familjum, sum eru fíggjarliga væl fyri. Fortreytirnar hjá hesum børnum at blíva vælvirkandi samfelagsborgarar eru sostatt ikki eins góðar sum hjá øðrum børnum, og tað hevur samfelagsligar avbjóðingar við sær á fleiri økjum. Gransking í øðrum londum vísir eisini, at fólk við lágum inntøkum hava vánaligari heilsustøðu enn onnur. Heilsuverkið brúkar lutfalsliga fleiri ressursir upp á hendan bólkin, enn upp á borgarar annars, og fólk við lágum inntøkum hava lægri livialdur.
At børn uppliva fátækradømi er ein serligur trupulleiki - bæði fyri samfelagið og fyri børnini sjálvi, sum eru rakt av fátækradømi í mun til vaksin, sum uppliva fátækradømi. Fyrst og fremst hava børnini ikki møguleika sjálvi at gera nakað við støðuna og at koma sær burtur úr fátækradømi. Hjá vaksnum er tað serliga langtíðar fátækradømi, sum hevur langtíðar árin, men kanningar vísa, at hjá børnum kann eisini stutttíðar fátækradømi hava ávirkan á livikorini seinni í lívinum.”
– Tað ber illa til at gera málrættað átøk uttan málsviðgerð, har tað er tørvurin á hjálp, sum er avgerandi. Núverandi skipan við barnaískoyti til stakar uppihaldarar er einføld, og øll støk, sum søkja, fáa somu upphædd, har eingi atlit verða tikin til tørv. Skulu vit málrætta skipanina til teirra, sum eru ringast fyri, og víðka skipanina til eisini at fevna um fíggjarliga sperd pør, so er neyðugt at áseta treytir fyri, hvør fær. Tískil verður skotið upp, at serligt barnaískoyti verður veitt eftir umsókn eftir somu metingartreytum, sum í forsorgarlógini. Og landsstýrið fær hemild til í kunngerð at áseta fátækramarkið til fíggjarliga sperdar barnafamiljur.
Tingfundurin í dag byrjar klokkan 13:30.