Sermitsiaq: Nuuk tekur av ferðabannið eftir koronafríar dagar

Í Nuuk hava tey tamarhald á koronasmittuni, og tí verður ferðabannið tikið av, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiq.

Nuuk hevur tikið av ferðbannið, sum hevur verið galdandi síðani 18. mars.

Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq, tí nú eru tvær vikur farnar uttan at nakar er smittaður við koronavirus í grønlendska høvuðsstaðnum.

Sambært blaðnum verður bannið longu tikið av á midnátt.

Tað er tann grønlendska epedeminevndin, sum skuldi havt tikið avgerðina.

Formaðurin í nevndini vil í løtiuni hvørki vátta ella avsanna tíðindini, skrivar blaðið.

Nuuk er einasta stað í Grønlandi, har tað hevur verið ferðabann bæði innan- og uttanlands.

Tilsamans hava 11 verið smittað við koronavirusi í Grønlandi, øll í Nuuk, og øll eru vorðin frísk aftur.

/ritzau/