Serskipan fyri dansktlønt

Starvsfólk í Føroyum við donskum arbeiðsgevara vita framvegis ikki, hvussu eftirlønir teirra verða skattaðar

Fríggjadagin seinnapartin komu boð frá Fíggjarmálaráðnum um, at landsstýrið arbeiðir við eini serskipan fyri tey, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og hava sína efirløn hjá útlendskum eftirlønarveitara.
Serskipan verður gjørd, tí tað er greitt, at fleiri av teimum, ið bæði hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendska eftirlønaruppsparing, ikki hava fingið tillagað síni eftirlønarviðurskifti til at taka hædd fyri øroysku lógarásetingini um at skatta eftirløn við inngjald.
Hesi boð komu tveir dagar fyri 1. juli, sum varð útsetta freistin, sum tey við útlendskum arbeiðsgevara fingu til at finna eina loysn.
Hjá politinum, dómsvaldinum og Ríkisumboðnum eru fleiri starvsfólk við danskari løn, og tey hava gjørt vart við, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar at skatta eftirløn teirra við inngjald. Eitt nú kann avleiðingin verða, at torført verður at fáa danir at søkja starv í Føroyum, tí tey missa so nógv, um eftirlønirnar verða skattaðar við inngjald, og donsku eftirlønargrunnarnir kunnu ikki gera serskipan fyri limir í Føroyum.
Fíggjarmálaráðið sigur, at arbeitt verður við eini serskipan, sum krevur lógarbroyting, ið løgd verður fyri løgtingið eftir ólavsøku.

Ógreiða
Starvsfólkini eru ørkymlað av hesum, tí tá eru lønir teirra longu útgoldnar. Summi fáa lønina útgoldna forút, og sostatt koma í minsta lagi tvær lønir, áðrenn lógarbroytingin kemur fyri tingið.
Herfyri endurgav Kringvarpið eitt bræv frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum til danska starvsbróðurin. Kringvarpið fekk innlit í hetta brævið, sum donsku fakfeløgini við limum í Føroyum framvegis ikki hava sæð.
Í tí brævinum stóð, at Fíggjarmálaráðið ikki fer at gera mun í eftirlønarlóggávuni á starvsfólki hjá statinum og øðrum fólki í Føroyum.
Hetta eru ikki somu boð, sum Figgjarmálaráðið nú sendir út um, at arbeitt verður við at gera serskipan fyri millum annað tey, sum starvast hjá statinum.