Serstakur stovnur til serstøk børn

Børn við serligum tørvi hava higartil einki nøktandi tilboð havt her á landi, men nú skal vend koma í. Ein serdagstovnur til eini 10 børn verður nú fyrireikaður, og í næstum verður leiðari settur.

Serstovnur: Ætlanin er at fara undir ein serdagstovn fyri hesi børnini, sum ikki hava eitt nøktandi ansingartilboð. Og hetta skal henda so skjótt sum tilber.
Gongd er av álvara komin á hetta málið: Í fjør varð ein bólkur settur at fyrireika ein slíkan stovn. Í farnu viku var lýst eftir leiðara til henda serdagstovnin. Og fyrrapartin í gjár fekk Hans Pauli Strøm handað eitt væl undirbygt álit um, hvussu ein slíkur stovnur kann hava umsorgan fyri júst hesi børnini.
Hesin bólkurin byrjaði arbeiði sítt á sumri í fjør, tá mikil umrøða var um ein ávísan drong, sum mátti av landinum, hóast mótmæli frá mongum síðum.
Arbeiðsbólkurin helt kortini fram við arbeiði sínum, og hevur nú lagt fram hetta álitið. Hetta er eitt álit um eina føroyska heildarætlan fyri, hvussu ein slíkur føroyskur stovnur kann virka til fulnar í Føroyum.
Tá nýggi leiðarin er settur verður farið undir at leita eftir hóskandi hølum. Men tað fer helst at ganga enn ein tíð enn, áðrenn hesin stovnurin fer at virka til fulnar.
- Við hesum væl útgreinaða álitinum kunnu vit nú fara til verka. Eingin orsøk er at leypa framav, tí umráðandi er at finna bæði rætta leiðaran og røttu hølini til endamálið, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.
Hann vónar kortini, at ein kann fara undir henda stovnin av álvara longu í heyst.

Hjálp og stuðul
Í tilmælinum hevur bólkurin natúrliga hugt eftir, um hesin stovnurin skuldi vera ein dagstovnur ella ein samdøgurstovnur.
Bólkurin hevur her verið á einum máli um, at tørvurin her og nú er størstur á einum dagstovni.
Henda metingin er gjørd út frá eini meginreglu um minstainntriv. Hetta merkir aftur, at atlit skulu takast til tørvin hjá barninum, samstundis sum ein trívir minst møguligt inn í gerandislívið hjá barninum og familjuni.
- Har tað er møguligt, eigur at skipast so fyri, at barnið verður búgvandi heima hjá foreldrunum, og at sett verður inn við hjálp og stuðli í heiminum um neyðugt, verður sagt.
Skipanin verður hon, at hesi børnini í fyrsta umfari kunnu koma inn í ein vanligan dagstovn, men so við ávísum millumbilum koma inn á henda serdagstovnin til viðgerð. Tá henda viðgerðin er liðug, fara børnini so aftur í vanliga dagstovnin.
Hinvegin so er ikki óhugsandi, at einstøk børn fara at hava tørv á rættiliga langari viðgerð á serdagstovninum.

Serstøk krøv
Børn við slíkum atferðartrupulleikum eru sera viðbrekin, og megna ikki at vera við í einum stórum bólki. Tey hava tí stóran tørv á einum tryggum, friðarligum og skipaðum umhvørvi.
Bólkurin skjýtur tí upp at byggjast skal ein nýggjur stovnur til endamálið. Men slíkt krevur bæði tíð og pening, og tí er neyðugt at finna fram til onnur høli, ið ein má leiga ístaðin.
Seta hesi børnini stór serstøk krøv, so verða eisini serstøk krøv sett til ein slíkan stovn. Hann skal í fyrsta lagi hava góða rúmd, vera væl ljóðisoleraður, eins og hann skal hava fleiri viðgerðarrúm til fakfólkini sum koma á staðið at viðgera børnini.
Hinvegin so kann hesin stovnurin eisini koma at virka sum ein ráðgevandi stovnur fyri aðrar dagstovnar kring landið. Út frá hesum kann hann eisini koma at virka sum ein miðdepil fyri slíka serstaka vitan.

Í miðstaðarøkinum
Eitt annað áhugavert mál í hesum sambandi er eisini, hvar stovnurin skal liggja. Av tí at stovnurin skal kunna taka ímóti børnum hvønn einasta dag, má hann liggja soleiðs fyri, at so mong sum tilber fáa gagn av honum.
Dagstovnurin skal eisini hava samstarv við serkøn starvsfólk m.a. á Psykiatriska deplinum og Sernámsdeplinum.
- Sæð út frá hesum so liggur dagstovnurin best í miðstaðarøkinum. Og sambært skrásetingini so búgva eisini flest børn við trupulleikum í atferð og tilknýti í miðstaðarøkinum, sigur bólkurin.
Kostnaðarætlanin fyri serdagstovnin er í ár mett til góðar 2,5 mió. kr.

Børnini
Børnini hava álvarsligar kensluligar og sosialar trupulleikar. Hesir eru so umfatandi, at tey hava stóran tørv á hjálp í tí umhvørvinum, tey eru í. Tey hava atferðarórógv, eru ófriðarlig, hyperaktiv; hava trupulleikar í samspælinum við onnur børn; tey hava vánalig bindindi og søkja samband negativt.
Íalt eru 34 børn í aldrinum 0 til 7 ár við slíkum trupulleikum: Av hesum búgva 17 í Suðurstreymoy og 8 í Eysturoy. Hini 9 búgva aðrastaðni í Føroyum. Kynsbýtið er 4 gentur og 34 dreingir.