Næsta ár er alment kostár og tá skal serligur dentur leggjast á átøk, sum kunnu bøta um kostvanarnar hjá føroyingum. Tað er landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum stendur fyri tiltakinum og millum annað fer tað at liggja á Fólkaheilsuráðnum at skipa fyri ymsum átøkum í hesum sambamdi.
Tí ætlar fólkaheilsuráðið at seta tveir kostserfrøðingar í starv.
Teir skulu arbeiða hálva tíð hvør og sostatt er talan um eitt ársverk tilsamans
Talan skal vera um tvey fólk við serligum kunnleika til matfrøði og fólkaheilsu og uppgáva teirra verður at finna uppá og fremja ymisk átøk, sum hava til endamáls at gera matvanarnar í Føroyum so heilsugóðar sum til ber.
Tí skulu umsøkjarar hava serligan kunnleika til heilsugóðan kost, umframt at teir skulu hava skapandi evni og góð samskiftis- og samstarvsevni.