www.industry.fo
Bitland ætlar at seta fokus á biotøkni. Á heimasíðini hjá Bitland verður greitt frá sokallaðum ?foksus økjum?, sum er tær verkætlanir felagið ætlar at seta gongd á komandi ári.
Nógv hevur verið skrivað og tosað um biotøkni, men tað eru viðurskifti sum beinleiðis forða eini menning innan biotøkni í Føroyum; serliga er hetta galdandi tá talan er um gransking í humanum genum.
Í fleiri ár hevur verið arbeitt við einum lógaruppskoti um hetta øki. Við árslok í 2001 varð eitt uppskot sent til hoyringar. Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti tá á at meðan teir partar av uppskotinum kendust greiðir sum vóru tilætlaðir at skapa skipað viðurskifti, og sum tryggja einstaklingin móti misnýtslu, so helt felagið ætlanirnar um at skapa eitt alment granskingar monopol vera óhepnar.
Umrødda uppskot kom ongantíð í Tingið og enn røkist einki fyri at karmar verða settir fyri hesa vinnu, so at hon kann gerast týdningarmikil fyri føroyska samfelagið, bæði við atliti til heilsu, menning og búskap.
Tað hevði verið hóskandi, nú Bitland setir fokus á biotøkni, at avvarðandi landsstýrismenn nýttu høvið at kunna um hvørjar ætlanirnar eru innnan gransking í humanum genum í Føroyum.