Seta nú pening av til Hvalbiartunnil

Nú skal arbeiðið at gera nýggjan Hvalbiartunnil, framskundast. Tað er ein av mongum, politiskum semjum, sum eru gjørdar í Løgtinginum seinastu árini.

Hóast tað mangan hevur verið ført fram, hvusu átrokandi tað er at fáa ein nýggjan Hvalbiartunnil, hava ongar ætlanir verið um at fara undir hetta arbeiðið tey fyrstu árini.

Sostatt var ikki eitt oyra sett av til tunnilin á útbyggingarætlanini, sum gekk fram til 2016.

Men nú politisku flokkarnir hava telvað um játtanarkarmarnar fyri næsta ár, eru Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi samd um at seta 1,1 millión á fíggjarlógini næsta ár til at projektera ein nýggjan Hvalbiartunnil fyri.

John Johannessen, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at hetta er gjørt, tí at tey ásanna, hvussu darvandi og ótíðarhóskandi tunnilin er, bæði fyri vinnulív og fólk annars.

Síðani skulu 10 milliónir setast av til arbeiðið í 2015 og aftur 40 milliónir í 2016 og so verður arbeitt, til tunnilin er liðugur.

Tilsamans er sostatt semja um at seta 51,1 milliónir av til tunnilin í árunum frá 2012 til 2016.

Men John Johannessen sigur, at eftir eitt val ber væl til at samráðast seg fram til eina raðfesting, har tunnilin verður framskundaður enn meir.

Tveir aðrir flokkar, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eru sinnaðir at framskundað Hvalbiartunnilin eitt sindur meir, tí teir skjóta upp at seta 11 milliónir av til tunnilin næsta ár, 12,5 milliónir um árið í 2013 og í 2014 og 15 milliónir um árið í 2015 og í 2016. Tilsamans vilja Fólkaflokkurin sostatt seta 66 milliónir av frá 2012 til 2016.

Myndina hevur Alice Jespersen tikið inni í Hvalbiartunlinum og har tað sæst, at hon er bæði trong, vát og ótespulig at koyra ígjøgnum. Tað eru steinar rapaði á vegin og glerpípur hanga undir loftinum.