Lítla grindin, sum varð rikin inn á Vág fyrrapartin, hevur í allan dag ligið við aliringarnar beint innanfyri brimgarðin, har bátar hava verið hjá henni.
Gjørt varð av fyrrapartin, at lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen og starvsfólk frá Náttúrugripasavninum skuldu til Suðuroyar við Smyrli fyri at merkja hvalirnar, ella seta sendarar á teir.
Á leið klokkan 15 varð lítla grindin, eini 20 - 30 hval, rikin inn móti sandinum í Vági, og farið varð undir at seta sendarar á hvalir umleið klokkan 15:30, og í løtuni fáast menn við hetta.
Eitt sindur av fólki forvitnaðist á sandinum, tá lítli bólkurin kom inn ímóti, og menn fóru í gongd við arbeiðið.
Men tað er ikki so langt síðani, at vágbingar fingu grind, og flestu kaggar eru óivað fullir, so fólk tykjast taka væl undir við, at vísundafólk sleppa framat hesum lítla bólkinum av grindahvalum, sum væntandi verður rikin aftur til havs um skamma stund.
Nakrir smádreingir hildu seg tó framat, og góvu fólkunum frá Náttúrurgripasavninum eina hjálpandi hond.