Teir tríggir bátarnir, sum undan Fjarðastevnu høvdu vunnið allar fimm ferðirnar, vóru aftur leygardagin fremstir. Meðan Argjabáturin so ofta hevur vunnið rættuliga nógv, so er tað at vinna hvønn róður í einum kappingarári nakað spildurnýtt fyri bæði Riddaran og Klaksvíking.
Riddarin hevur ongantíð verið í nánd av at vunnið so ofta, sum hann hevur megnað í summar.
Sigurin hjá Klaksvíkingi leygardagin var tann sætti í ár, og so ofta hevur hesin báturin ongantíð vunnið í einum róðrarári.
Søgan hjá Riddaranum
Miðvingar hava ikki luttikið so leingi við 6-mannafarinum Riddaranum. Fyrsta ferðin, at teir róðu við honum, var í 2007, tá ið teir hvørja ferð vóru millum teir aftaru.
Í 2008 hilnaðist væl betri, men hóast teir vunnu á Eystanstevnu, Fjarðastevnu, Vestanstevnu og Ólavsøku ella fýra ferðir í alt, so eydnaðist tað kortini ikki at vinna FM. Sundabáturin vann FM við 45 stigum, og Riddarin var næstbestur við 42 stigum.
Árið eftir var Riddarin aftur framvið. Hann var uppaftur nærri FM heitinum, men tað eydnaðist akkurát ikki at vinna. Riddarin vann á Norðoyastevnu, Sundalagsstevnu og á Jóansøku ella tríggjar ferðir tilsaman. Tvørabáturin vann hinar fýra ferðirnar, og úrslitini bóru við sær, at Tvørabáturin vann FM við 46 stigum, meðan Riddarin var í hølinum á honum við 45 stigum.
Í fjør vann Páll Fangi FM við fullari úrtøku, og nú er tað Riddarin, sum er heilt suverenur og hevur fulla úrtøku undan finaluróðrinum.
Sera sannførandi
Leygardagin gekk, sum tað plagar at gera, tá ið 6-mannaførini við monnum í fínum líkindum kappaðust.
Riddarin var skjótt í oddinum, og so var tað bara ein spurningur, hvussu sannførandi sigurin fór at verða. Á málinum var Riddarin sjey sekund frammanfyri Lóm, sum eina løtu fekk kapping frá Smyrli. Men á málinum var kortini eingin ivi, og harvið var úrslitið, sum tað so ofta hevur verið.
Riddarin er ikki meistari, men tað skal ganga verri enn illa hjá miðvingum, um teir ikki skulu vinna gull á Ólasvsøku, og um dømast skal út frá úrslitunum higartil í ár, so er tað einki, sum bendir á, at Riddarin ikki skal vinna gull bæði í FM og ólavsøkuróðrinum.
Á Norðoyastevnu var marginalurin frá Riddaranum og aftur til Lóm trý sekund, tvær tær næstu ferðirnar var hann átta sekund, á Varmakeldu var hann fimm sekund, á Vestanstevnu var hann fýra sekund, og leygardagin vóru tað sjey sekund frá Lómi og fram til suverena Riddaran.
Vestmenningur bjóðar av
Tað var ein vøkur sjón, tá ið punktum varð sett fyri kappróðurin á Fjarðastevnu. Í dýrdargóðum líkindum at rógva í, fóru 10-mannaførini skúmandi frá Rókalandinum innanfyri Saltnes og meiri ella minni tvørtur um fjørðin, framvið býlinginum við Sjógv og inn ímóti Hulki.
Klaksvíkingur var aftur hesa ferð fremstur, og aftur hesa ferð var hann eina bátslongd frammanfyri Vestmenning, tá ið teir fóru um málið.
Eisini hesa ferð hevði Vestmenningur hug at bjóða av fyrsta partin av teininum. Kanska var hann hálvan skutin fremstur í startspurtinum, so gekk eina løtu javnt á, áðrenn Klaksvíkingur stakk seg framum og legði seg ein mannin fyri og annan eftir fram um Vestmenning, og tá ið hesir báðir kappingarneytarnir komu skúmandi fram ímóti málinum var leyst teirra millum.
Hoyvíkingur hjá Argja Róðrarfelag var aftur hesa ferð á bronsuplássinum.
Nú er tað ikki spurningurin, hvør fer at vinna FM gull og silvur. Spenningurin næstu dagarnar verður, um Vestmenningur á Ólavsøku fer at megna at gera nakað við kappingarneytan, sum teir alt summar hava givið góða kapping, men ongantíð hava vunnið á.
Metið hjá klaksvíkingum
Síðani tað fyri 38 árum síðani – í 1973 – varð farið undir FM kapping í tí líki, sum tað framvegis verður kappast, hava sigrarnir hjá klaksvíkingum verið fáir. Klaksvíkingur hevur bara vunnið FM í 2006 og í 2009, og tað er bara hesi bæði árini, at 10-mannafarið í Klaksvík hevur vunnið nakrar róðrar.
Í 2006 vann Klaksvíkingur FM við 43 stigum ella við seks stigum fleiri enn Eysturoyingur. Ta ferðina vann hann fýra róðrar: ¬á Sundalagsstevnu, Eystanstevnu, Fjarðastevnu og á Ólavsøku.
Í 2009 vann Klaksvíkingur FM við 47 stigum ella fýra frammanfyri Eysturoying, sum aftur tað árið var næstbestur. Ta ferðina vann hann fimm ferðir: á Sundalagsstevnu, Jóansøku, Varmakeldu, Vestanstevnu og á Ólavsøku.
Leygardagin varð sætti sigurin vunnin í ár, og harvið er samlaða talið av sigrum í FM kappróðrum hjá Klaksvíkingi í 38 ár fimtan.
Hósdagin í næstu viku verður finaluróðurin fyri í ár. Hann verður á 901 metra teininum frá Argjalandinum og framvið Molanum. Higartil hava vestmenningar hvørja ferð í summar verið aftanfyri klaksvíkingar. Á Norðoyastevnu var eingin munur, og síðani hevur munurin mest sum hvørja ferð verið 3-4 sekund.
Undantakið var á Vestanstevnu, har Vestmenningur var eitt stórt sekund aftanfyri Klaksvíking. Í Miðvági var róðrarteinurin 960 metrar ella 60 metrar longri, enn hann verður tað á Ólavsøku, tá ið vestmenningar fáa enn ein møguleika at basa klaksvíkingum.
Hvassi er tætt við
Í kappingini millum 5-mannafør við gentum, hava genturnar í róðrarfelagnum á Oyri mest sum tryggjað sær FM heitið. Um tað ikki skal eydnast hjá teimum í Sundalagnum, so skal tað á Ólavsøku vilja meiri enn illa til hjá Hvassa gentunum, sum leygardagin vunnu fyri fimtu ferð í ár.
Sum næstan hvørja ferð fyrr í summar, so var tað aftur hesa ferð Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, sum var størsta hóttanin hjá teimum av Oyri. Erla Kongsdóttir legði seg skjótt á odda, og tær úr Fuglafirði vóru fremstar størsta partin av róðrarteininum.
Tá ið tað restaðu einir 400 metrar, tók Hvassi Erlu, og hóast tað var tætt og harvið spennandi, so eydnaðist tað ikki Erlu at taka Hvassa aftur.
Í FM kappingini er Hvassi nú sjey stig frammanfyri Erlu Kongsdóttir. Tískil er eingin spenningur um FM heitið, og gullið liggur á silvurfati og bíðar eftir Hvassa. Men gongdin leygardagin leggur upp til spennandi kapping um sigurin á Ólavsøku.
Spógvin legði bragdliga fyri, og tað eydnaðist gula bátinum at vinna á Beintu úr Miðvági, sum hevur mest sum tryggjað sær bronsukrónurnar í FM kappingini. Tambar var nógv aftastur.
5-mannafør gentur
1 Hvassi 06:16.17
2 Erla Kongsdóttir 06:17.09
3 Spógvin 06:25.24
4 Beinta 06:41.10
5 Tambar 06:59.24
Støðan
1 Hvassi 41
2 Erla Kongsdóttir 34
3 Beinta 30
4 Spógvin 25
5 Sílið 15
6 Drekin 5
7 Tambar 3
8 Teistin 3
9 Ørnin 3
6-mannafør menn
1 Riddarin 08:02.13
2 Lómur 08:09.08
3 Smyril 08:12.13
4 Skúgvur 08:28.00
5 Tvørabáturin 08:34.04
6 Húsfrúgvin 08:44.22
Støðan
1 Riddarin 42
2 Lómur 36
3 Smyril 30
4 Skúgvur 21
5 Tvørabáturin 17
6 Gongurólvur 14
7 Húsfrúgvin 5
10-mannafør
1 Klaksvíkingur 09:58.06
2 Vestmenningur 10:01.17
3 Hoyvíkingur 10:19.13
Støðan
1 Klaksvíkingur 42
2 Vestmenningur 36
3 Hoyvíkingur 30