Setrið kunnar í Miðla­hús­i­num

Fróðskaparsetur Føroya hev­ur miku­kvøld­ið kunn­in­g­ar­til­tak í Miðlahúsinum.

Um ein lítlan mánað, tann 1. juni, er freistin at søkja inn á Fróð­­skap­ar­set­ur Føroya í ár, og í tí sam­bandi hevur Setr­ið kunn­ing­ar­til­tak í Miðla­­hús­i­­num miku­kvøld­­ið ­kl. 19.30. Har verður møg­­u­­leiki at fáa nærri innlit í tær útbúgvingar, sum Setr­ið bjóðar út til lesandi.

Um­boð fyri all­ar út­búgv­ing­ar­nar fara at siga frá og møg­u­leiki verð­ur fyri at seta spurn­ing­ar.

Før­oya Lær­ar­a­skúli, Sjúkr­a­røkt­ar­frøð­i­skúli Før­oya og Søgu- og Sam­fel­ags­deild­in taka nýggj les­andi inn til bach­e­lor­lest­ur á hvørj­um ári. Før­oy­a­máls­deild­in tek­ur nýggj les­andi til bæði hjá­nám í før­oysk­um og BA lest­ur í før­oysk­um í 2011.

Nátt­úr­u­vís­ind­a­deild­in tek­ur nýggj les­andi inn til bache­lor­lest­ur ann­aðhvørt ár. Ár­ið 2011 verð­ur ikki tik­ið upp á Nátt­úr­u­vís­ind­a­d­eild­ini.

Um­framt kunn­ing­i­na um lesn­að á Setr­i­num fer Guð­rið Hans­dótt­ir eis­ini at syngja og spæla.

Rás2 send­ir beinleiðis frá til­tak­i­­num.