Myndugleikarnir í Egyptalandi siga, at ein maður hevur sett eld á seg uttan fyri tjóðartingshúsið í høvuðsstaðnum Kairo. Sambært tíðindastovuni AP lupu nakrir trygdarmenn til og sløktu eldin, men tað er ikki greitt, hvussu maðurin hevur tað, ella hví hann setti eld á seg.
Eygleiðarar siga, at tað er ikki óhugsandi, at maðurin royndi at endurtaka tað, sum hendi í Tunesia í desember, har ein ungur maður setti eld á seg. Tilburðurin gjørdist byrjanin til uppreisturin, sum noyddi forsetan, Zine El Abidine Ben Ali, til at flýggja til Saudiarabia.
Í Algeria hava myndugleikarnir sagt, at har settu fýra fólk eld á seg í síðstu viku.