-Eg má viðganga at vit hava ikki fingið hatta upp á pláss enn.
Hetta segði Pól Joensen, leiðari á Fossáverkinum við Sosialin mitt í vikuni.
Ein familja við trimum børnum fekk eina skakandi uppliving, tá SEV uttan nakra ávaring slepti vatnið á tey. Hetta hendi í fjør summar, og familjan kærdi til SEV.
Í vikuni
Nú sigur leiðarin á Fossáverkinum, at ávaringrarskelti og alarmur verða sett upp við byrgingina fyrsta dagin.
-Vit skuldu í øllum førum fingið skeltið upp í hesi vikuni, og vilja arbeiða fyri, at alarmurin eisini verður kemur upp hesa vikuna, sigur leiðarin á Fossáverkinum.
Váttligt upplivilsi
Váttliga familjuútferðin varð umrødd í Sosialinum í januar.
Tvey vaksin og trý børnum vóru farin út at njóta veðrið ein góðan summardag í fjør. Foreldrini slangaðu sær í sólini niðanfyri vatnbrunnin og børnini spældu í nánd, tá vatnið knappliga fossaði oman ímóti teimum.
Tey máttu renna undan fossandi vatninum, og soviposar og leikur fóru til stroks við flóðini.
SEV tappar av og á vatn úr norðasta vatnbrunninum. Vatnið streymar út gjøgnum eitt stórt rør niðast í byrginini, og tað er ikki ráðiligt at standa fyri.
Tappað hevur verið øll árini. Men hvørki alarmur ella skelti hava boðað frá vanda.
Áðrenn ferðafólkatíðina
Tá málið kom fram lovaði SEV-stjórin, Klæmint Weihe, at ein ávaringarskipan fór at verða sett upp. Hann roknaði við, at hetta fór at verða gjørt áðrenn ferðamannatíðin byrjaði.
Verkleiðarin Pól Joensen váttar, at hann hevur fingið boðini. Hann sigur, at hann hevur verið burtur frá arbeiðnum í tríggjar mánaðir, og at hetta er ein grund til at skelti og alarmur ikki eru sett upp enn.
Men sambært verkleiðaranum verður trygdin nú fingin í rættlag fyrsta dagin.;vdu fingið í stuðuli í 11 ár við eini lagaligari rentu ella kanska ongari rentu, um tey fáa fría atgongd til framtíðar føroyskt oljuríkidømi. Hetta er einki annað enn ein hasarderað ella desperat handling frá landsstýrissins síðu, tí man vil hava eitt gjøgnumbrot í tí, sum eitur skiftistíðis. Men sum sagt, tað beit Nyrup ikki á. Og tí má man kunna staðfesta, at skiftistíðin er endaliga avgreidd.
-Støðan í løtuni er tann, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, at samráðingarnar eru koyrdar fastar. Danska stjórnin fer ikki longur við skiftistíðini. Nú vil landsstýrið so til at samráðast aftur eftir summarfrítíðina. Men eg eri vísur í, at aftaná 4. og uppaftur fleiri umfør so fær man somu skiftistíð, fýra ár.
Landsstýrið má gera støðuna upp nú. Valskeiðið er farið at halla, og tað er bert eitt ár eftir. Tí má Føroya fólk nú vita, hvat landsstýrið ætlar, eftir at tað hevur koyrt fast í fullveldisætlanini.