Fólkaræðið í elfelagnum SEV slapp av álvara at standa sína roynd mánadagin, tá ein fundur í umboðsnevndini viðgjørdi spurningin um gegnið hjá stjóranum, Klæmint Weihe, og hvussu stýrið í SEV hevur handfarið hetta mál, sum hevur verið frammi síðani tíðliga í vetur. Tá endaði málið við, at stýrið staðfesti, at stjórin hevði verið ógegnigur sum stjóri í SEV og nevndarformaður í P.f. Vágatunnlinum.
Eitt dømi um hetta er framferðin, tá SEV, ella stjórin í SEV, keypti eitt "neyðaggregat" til Vágatunnilin. Hesum visti stýrið ikki av, og stýrið góðtók ikki mannagongdina. Stjórin fekk tá eina átalu, og hann ásannaði, at hann hevði verið ógegnigur. Málið endaði tá við, at innanhýsis mannagongdir í SEV skuldu broytast og harafturat skuldi stjórin fara frá sum nevndarformaður í P.f. Norðoyatunnlinum og úr P.f. Vágatunnlinum, tá hesin er heilt liðugur.
Men hvørki stýrið ella stjóri virdu hesa avgerð, sum formaðurin í umboðsnevndini, Hans Tausen Olsen, virkað fyri, tí hann eftir øllum at døma var sannførdur um, at nakað var galið. Tí á fundi í stýrinum tann 17. januar lutttók stjórin aftur og eisini luttók hann í orðaskiftinum um P.f. Vágatunnilin. Eftir henda fundin kærdi ein limur í sjálvum stýrinum, Dia Poulsen, avgerðina hjá stýrinum at staðfesta eina avgerð í oktober at keypa tað nógv umrødda neyðaggregatið. Hann hevði fleiri grndgevingar fyri, at alt var ikki farið rætt fram, og hann vildi tí hava umboðs-nevndina at ógilda hesa avgerð. Um umboðsnendin viðgjørdi henda spurning í gjár er í skrivandi løtu ógreitt, tí fólkaræðið í SEV røkkur ikki so langt, sum at fjølmiðlar hava atgongd til umboðsnevndarfundir, hóast vit øll, sum eru skrásett í eini føroyskari kommunu, eiga SEV.
Afturímóti samtykti umboðsnevndin at geva stjóranum eina ávaring og geva stýrinum eina átalu. Hetta er rættiliga álvarsamt. Vi mugu tí vóna, at allir partar taka sær annað skinn um bak, og virka rættvíst, ábyrgdarfult og opið.
Onkur vil halda, at formaðurin í umboðsnevndini var fyri einum tapi, tá misálit á stýrið ikki varð samtykt. Hetta er ein áskoðan. Men tað ber eisini til at siga, at tá 36 av 71 umboðsnevndarlimum samtykkja eitt misálit á stýrið, so hongur stýrið í klønum tráð og hevur at taka atfinningar-nar í størsta álvara. Tað sama er galdandi fyri Klæmint Weihe, tá 58 limir í umboðsnevndini samtykkja at geva honum eina ávaring.
Sum sagt í fyrstu reglu slapp fólkaræðið í SEV at standa sína roynd mánadagin. Vit kunnu siga, at fólkaræði vann ein hálvan sigur, tí umboðsnevndin var so mikið at sær komin at hon talaði at gongdini. Tá sagt verður "hálvan sigur", so er tað tí, at umboðsnevndin er framvegis ikki meira at sær komin, enn at hon goymir seg aftan fyri stongdar dyr. Hon torir ikki at góðtaka eina fyritreytí fólkaræðinum - opinleika - og steingir fjølmiðlarnar frá at siga Føroya fólki frá orðaskifti og avgerðum í einum felagsskapi, sum vit øll eiga.
Tit umboðsnevndarlimir gloyma, at tað eru vit veljarar, sum óbeinleiðis hava valt tykkum. Tit eru okkara umboð! Ein franskur kongur var kendur fyri orðini "staturin eri eg". Tað sama kann sigast um nógvar ábyrgdarpersónar í SEV: "SEV eri eg". Men so er ikki - tit eru okkara umboð - hvørki meira ella minni. Ásannið hetta og latið dyrnar upp og virðið fólkaræðið!