SEV fíggjarliga rímuliga skilavæl stýrdur

SEV hevur til allar tíðir verið ein felagsskapur sum hevur verið fíggjarliga rímuliga skilavæl stýrdur. 

Felagsskapurin hevur á fíggjarliga ásinum, ligið væl úti á konservativa vonginum, har man ikki hevur vilja lánt felagsskapin uppum skorsteinarnar á Sundi, fyri at tryggjað at peningurin sum kemur inn til felagsskapin verður brúktur til at menna elnetið og veitingartrygdina í Føroyum, og í minni mun at gjalda rentur til útlendskar lániveitarar fyri skuld.

 

Men nýggja tíðin og “grøna” rákið broytir so mangt.

 

Í 2015 skyldaði felagsskapurin 830 mió kr.

 

10 ár seinni skyldar hesin felagsskapur 2060 mió kr.

 

Í 2015 fóru 11 mió kr at gjalda rentu av lániskuldini hjá felagnum, komandi ár skal felagið gjalda 80 mió kr.

 

Grøna rákið kostar má sigast, sanniliga ikki bara SEV, men eisini teimum sum fíggja SEV. Summi eru væl fyri fíggjarliga, onnur illa fyri. 

 

Serliga hesi seinnu, eru tey sum betala prísin fyri grøna rákið, tey sum lítið eiga og ikki fáa endarnar at røkka saman.

 

SEV saman við ORKU hava verið í fjølmiðlunum fleiri ferðir í summar, og kært sína neyð at onki loyvi enn er givið at seta vindmyllur upp í Klivaløkshaga á Sandi, og mín sann fekk hetta manglandi loyvi eisini skyldina fyri at tann einsamalli forsyrgjarin nú kanska fær eina rokning afturat smogda niður á akslarnar. 

 

Sannleikin er tó, at um landið tók umhvørvisgjaldið av, slapp einliga mamman frá at gjalda meiri fyri el komandi ár.

 

Sjálvur eri eg í einum sovorðnum aldri, at eg minnist vaksandi mótstøðuna ímóti at tøma hvønn løk, hvørja á og hvørja veit í Føroyum fyri vatn, til at gera el burturúr. Hendan mótstøðan vaks seg stóra og sterka, og hevði við sær at SEV noyddist at broyta strategi. 

 

Noyddist at gevast við at bora tunlar undir fjøllum at samla hvønn regndropa í landinum. 

 

Nokk var nokk, nú vildi fólkið í landinum ikki missa meiri herligheitsvirði. Tíbetur. 

 

Hendan mótstøðan spratt úr einum fagurfrøðiligum sjónarmiði, úr einum sjónarmiði um at framburður skal gera so lítil inntriv sum møguligt í náttúruna og á tey djór og kykt sum nú einaferð liva í Føroysku náttúruni. 

 

Tíbetur fekk man ikki fatur í øllum áunum í vatnorkuútbyggingarøðini, og tí hava Føroyar enn nakrar flottar fossar sum í dag lokka ferðafólk higar, og sum eru flottir hjá okkum føroyingum at síggja dagliga.

 

Hetta eiga vit at hava í mentu enn í dag.

 

Fyri nøkrum árum síðani vóru ætlanir frammi um at staðseta nakrar vindmyllur omanfyri Eiðisbygd. Tíbetur hevði Eiðis kommuna eitt árvakið bygdarráð og eitt bygdafólk, sum als ikki tók undir við at staðseta vindmyllur uppímóti Slættaratindi, sum hevði verið ein katastrofa fyri alt økið fyri endanum av Sundalagnum. 

 

Nú ætlar man at staðseta katastrofuna vestanfyri Sandsbygd.

 

Í eitt øki, sum er heilt unikt náttúruvakurt.

 

Í økið sum hevur størst fuglalív í Føroyum.

 

Við avrenning oman á Sandsvatn, Gróthúsvatn, Heygamýru og Fossamýru.

 

Tætt at Sandsbygd, sum góðu summarkvøldini má lata sær lynda at fáa 2-4 tímar hvønn dag av skuggakasti frá vindmylluveingjum.

 

Í eitt øki sum er ein knappan kilometur frá størsta lomvigalandi í norðanlondum. 

 

Sjálvt um kanningar av ávirkanini á lomvigan í týska partinum av Norðsjónum vísa at lomvigameingið minkar 80-90% í ein 10 km radius frá havvindmyllunum sum verða settar upp har, er ætlanin at seta vindmyllur upp minni enn 1 km frá størsta lomvigalandi í Norðanlondum, púra opið ímóti vesturættini og sjórokinum. Hetta er hol í høvdið, líka hol í høvdið, sum vindmyllurnar ið SEV hevur sett upp í Húsahaga og sum stórt sæð allar eru kaput eftir 8-10 árum.

 

SEV gerð nú íløgur í koplingsstøð og battarískipan á Sandi, og gevur nú myndugleikunum skyldina, nú trupulleiki er at fáa loyvi at staðseta vindmyllulund í Klivaløkshaganum at føða hesa støð. 

 

Eg sigi bara, takk og lov fyri at vit hava myndugleikar sum ikki bukka undir fyri trýsti. 

 

Í mínari verð er tað við at gerast eitt demokratiskt problem í Føroyum, hetta at man leggur ómenniskjaligt trýst á tær skipanir vit hava í landinum, sum virka til verju av hesum 1400 ferkilometrunum av landøki vit hava at búleikast á. 

 

Tað líkist svarta ongum sum SEV og ORKA á Umhvørvisstovuni leika í, fyri at leggja trýst á yvirfriðingarnevndina í Klivaløkshaga á Sandi. 

 

At seta spurnartekin við heimildirnar hjá myndugleikunum undirgrevur demokratisku skipanirnar vit hava her á landi, og tað eigur at fáa avleiðingar um man gerð slíkt.

 

Heldur eigur man at spyrja seg sjálvan, hvør gerð íløgur í kvartmilliarda klassanum, uttan at neyðug loyvi fyriliggja.

 

Tað hevði so ikki hent um man helt seg til varnu fíggjarstýringina sum SEV hevur verið eyðkent fyri, áðrenn hetta grøna rákið legði trýst á felagsskapin og stjórnina í landinum.

 

Sandsbygd og økið rundanum Sandsbygd er eitt øki sum eigur at vera vart ímóti harðligum inntrivum, sum ætlaða vindmyllulundin er. 

 

Vit gerast ikki grønari sum samfelag av at leggja náttúruna í oyði lokalt.

 

Tað einasta rætta at gera, er at sleppa ætlanini um vindmyllulund vestanfyri Sandsbygd,  útskjóta ætlanina um at vera 100% grøn í 2030 til 2050 tí hetta ber als ikki á mál álíkavæl, og gera tær neyðugu útbyggingarnar við skili og í samljóði við náttúruna og fólkið á staðnum. 

 

 

 

 

 

Brandur Sandoy