Vit hava onkuntíð upplivað streymslit jólaaftan, júst tá dunnan er um at vera bróskin. Men sjálvt tá plagar streymurin at koma aftur, áðrenn ovnurin er kólnaður. At streymurin fór ólavsøkumorgun og ikki kom aftur fyrr enn spælið var spilt, kom tí ómetaliga óvart á hjá mongum, sum høvdu tendrað sjónvarpið, verið í brús ella á annan hátt høvdu gjørt seg til reiðar at halda tjóðarhátíðina við streymi í kontaktini.
Alt fór í svart
Sambært Klæmint Weihe, stjóra í SEV, spældi Murphy eitt satt ólavsøkupuss, tá alt gekk galið, sum kundi ganga galið ólavsøkumorgun.
Kl. 7.28 kom fráboðan um brek á høvuðslinjuni í allari skipanini, sonevnda 60 kv linjuni millum Vestmanna og Havn. Brekið gjørdi, at báðir motorarnir inni á Sundi settu út, sum teir eiga, tá brek er á linjuni. Sum vanligt vóru tríggir mans á vakt, tveir inni á Sundi og ein norðuri í Vestmanna og teir fingu sum so einki gjørt sjálvir. Telduskipanin hjá SEV stendur í Vestmanna og eigur hon at boða frá breki og at seta inn eykaskipanir um streymurin fer. Men samstundis, sum brekið á høvuðslinjuni varð staðfest, gekk telduskipanin eisini niður, og maðurin, sum vaktin har norðuri sat í bølamyrkri við einari deyðari telduskipanin. Og sum um tað var nóg mikið, so fór eisini neyðastreymsannleggið har norðuri. So var bert eftir at senda boð eftir manning at fara út á linjuna at finna og umvæla brekið manuelt, og tók tað eisini eina løtu at fáa nóg nógvar mans tilkallaðar ólavsøkumorgun.
Fingu streym úr Klaksvík
Á Sundsverkinum riggaði neyðstreymsanleggið heldur ikki og tí fekk verkið streym úr Klaksvík, har neyðstreymsanleggið ikki var sett út. Soleiðis kom glið á streymin og eina góða løtu koyrdu skipanirnar hvør í sær, Norðoyggjar fyri seg, Norðurstreymur fyri seg og Suðurstreymur fyri seg. Í skrivandi stund koyrir skipanin í Suðurstreymi enn fyri seg, men roknað verður við, at alt fer at koyra aftur sum vant heilt skjótt.
Eftirmeta hendingina
- Vit hava eftirmett hendingina og eru higartil komin fram til, at ávísar mannagongdir og partar av tøkniligu útgerðini eru ikki hóskandi. Eitt nú ber tað als ikki til, at neyðstreymsanleggið á Sundi gongur niður í einari slíkari støðu, ella at telduskipanin ikki klárar ógvusliga trýstið. Og mannagongdirnar í sambandi við at kallað fólk inn virkaði heldur ikki nóg væl, og kemst hetta kanska eisini av, at vit ikki hava nakra bakvakt, sigur Klæmint Weihe.
Og hann metir, at streymslit av hesum slag vanliga hevði merkt ein inntøkumiss hjá SEV á einar 25.000,- krónur um tíman.
- So um vit siga, at streymurin var burtur í einar 6 tímar, so hevur felagið mist einar 150.000,- krónur, umframt tær áleið 70.000,- krónurnar í lønarútreiðslum til manningina, sigur Klæmint Weihe, sum vissar brúkararnar um, at tey gera alt sum tey kunnu, at slíkt skal ikki koma fyri aftur.
Streym til hátíðarhaldið
- Í allari neyðini snúði tað seg eisini um at fáa streym til miðbýin í Havn, so hátíðarhaldið við gudstænastu, tingsetan og kórsangi kundi haldast. Hetta eydnaðist í evstu løtu, við einum einkultum motori á Sundi og at vit bert valdu miðbýin til, sigur Klæmint Weihe.
Sendarin á Knúki farin
Enn hevur SEV ikki fingið fráboðanir um avleiðingar av streymslitinum ella endurgjaldskrav fyri mistar inntøkur. Á Velbastað og Kirkjubø siga fólk, at signalið til Kringvarpið hevur ikki virkað síðani streymslitið, men hetta visti Føroya Tele, sum hevur ábyrgdina av sendinetinum, onki um, tá Sosialurin ringdi og spurdi í morgun. Men helst er tað sendarin á Knúki á Sandoynni, sum er farin.
Lógin hjá Murphys: Um nakað kann ganga galið, so gongur tað galið.