SEV kundi selt avlopsstreym fyri hálvan prís

- Besta boðið upp á alternativa orku í Føroyum er vindurin. SEV eigur at syrgja fyri, at el-felagið fær eitt hóskandi net. Heldur enn at tosa um kaðal úr Íslandi til Føroya, eigur SEV at leggja nakrar kaðlar her á landi í staðin, so netið í framtíðini ikki verður nøkur undanførsla fyri framleiðslu av vindorku, sum kundi verið seld fyri hálvan prís, tá vinnuvirkini brúka minni orku, sigur Jákup Olsen

Orka

 

Stjórin á ketlavirkinum Hógv í Søldarfirði heldur, at el-felagið SEV kundi selt streym fyri hálvan prís til brúkararnar um næturnar, tá fleiri av teimum stóru vinnufyritøkunum ikki brúka so nógva orku.

Jákup Olsen heldur, at her kundu nakrar stórar vindmyllur gjørt undurverk.

- Vindmyllur mæla líka so skjótt um náttina, sum um dagin, og flestu næturnar kundu hesar borið ein stóran part av netinum uppi við bíligum streymi.

 

Hiti við el

Hann sigur, at nýggju ketlarnir, sum teir byggja í Søldarfirði, eru klárir til tvær el-patrónir ella tvey hitalikam, sum við streymi kunnu hjálpa til, at oljufýringin ikki gongur so nógv.

Stjórin á Hógv vísir á, at treytin fyri, at tað skal loysa seg at hita ketilin við el, er, at SEV í nærmastu framtíð fer at framleiða nógva alternativa og bíliga orku.

- Eg haldi, at tað er ein undanførsla, at netið hjá SEV ikki klárar at taka ímóti streymi frá vindmyllum. Í staðin fyri at turrleggja ein stóran part av Eysturoynni, kundi el-felagið brúkt nakrar miljónir til at gjørt netið betri, um tað er trupulleikin.

Jákup heldur, at SEV kundi fingið nógvar vindmyllur og kaðlar til betri net fyri tær upphæddir, sum brúktar eru upp á vatnorkuútbygging í Eysturoy.

- Danir teljast ivaleyst millum størstu framleiðarar av vindmyllum í heiminum. Teir útflyta fyri miljardir krónur um árið. Tað skuldi tí verið undarligt, um ikki onkur er, sum kann læra SEV at byggja eitt net, ið klárar at taka streym frá vindmyllum.

 

Ein vanlukka

Stjórin á Hógv heldur tað vera eina vanlukku, at myndugleikarnir hava givið SEV loyvi til at taka vatnið úr áunum í Eysturoy.

- Tosað verður eisini í ramasta álvara um at leggja kaðal úr Íslandi til Føroya. Eg haldi, at tað mátti verið skilabetri og meira nærliggjandi at gjørt meira burtur úr vindorkuni í Føroyum og lagt nakrar kaðlar her á landi í staðin.

Jákup ivast onga løtu í, at besta boðið í Føroyum upp á alternativa orku er vindurin, og tí eigur SEV at syrgja fyri, at el-felagið fær eitt hóskandi net, so hetta ikki verður undanførslan í framtíðini.

- Tað er ikki realistiskt at hugsa sær, at 18.000 húsarhald í Føroyum knappliga skulu hava eina skipan við hitapumpu. Tá ein hitapumpa brúkar mest ein kaldan dag, brúkar hon 25 kw/t, og tí hevði SEV ikki klárað at levera alla hesa orku. Ein slíkan dag hevði ein øgiligur diesel-roykur verið á Sundi, sum stjóri á Hógv tekur til.

 

Smáar vindmyllur

Í seinastuni hevur nógv verið frammi um smáu vindmyllurnar, sum einstaklingar hava sett upp til egna nýtslu. Hesar eru bundnar saman við hitalikam, sum eru sett inn í ketilin. Tá myllurnar mala, og likamið gerst heitt, gongur oljufýringin minni.

- Tað er greitt, at olja er at spara við hesum, men tað hevði verið lættari, um SEV framleiddi bíligari orku við stórum vindmyllum og seldi streymin fyri líkinda prís heldur enn, at hvør einstakur skal útvega sær sína egnu vindmyllu.

Stjórin á Hógv heldur ikki, at tað eigur at vera uppgávan hjá hvørjum einstakum at royna at finna sær útvegir fyri bíligari orku.

- Tað kann ikki vera rætt, at tú og eg skulu gera slíkar íløgur, sum vit ikki vita eru tær røttu. Kanska átti almenni myndugleikin í Føroyum at stuðlað SEV í at framleitt bíligari orku – ella átti tað almenna at álagt el-felagnum at gjørt tað, heldur Jákup.

 

 

Vindorka treytin

Hann endurtekur, at tá tær stóru fyritøkurnar, sum brúka nógvan streym um dagin, lata aftur, átti grundarlag verið hjá SEV at selt streym til húsarhaldini fyri hálvan prís, so betri lønsemi hevði komið í aðra orku enn olju, sum bæði er kostnaðarmikil og dálkar umhvørvið.

- Men treytin fyri hesum er so, at el-felagið er ført fyri at framleiða nógva og bíliga orku, leggur Jákup Olsen, stjóri á Hógv, aftrat.

Lesið eisini viðmerkingarnar hjá stjóranum í SEV, Hákuni Djurhuus.