Ætlarnirnar hjá SEV hava verið at byggja eitt nýtt høvuðssæti.
Í kvøld boðaði Hákun Djurhuus, stjóri, frá í útvarpinum, at ætlanirnar um nýggja høvuðssæti fyribils eru sleptar.
Hann segði, at tað ganga minst fimm ár áðrenn elfelagið fer undir hesa ´åiløgu og hann vísti millum annað á, at nógva ferðin í byggivinnuni er ein orsøk.
SEV heldur til við fyrisitingini á Landavegnum í Havn og við nýggjastu fráboðanini frá stjóranum í elfelagnum, so verður hetta framvegis adressan hjá fyrisitingini.
SEV fyllir 70 ár í ár. Í tveir dagar hevur felagið havt almenna ráðstevnu um orku og fríggjadagin verður almenn móttøka í samband við 70 ára dagin.