Sevilla hevur annað árið upp í slag vunnið Europa League, sum gevur atgongd til Champions League komandi ár. Sevilla vann 3-2 á Dnipro úr Ukraina.
Finalan, sum bleiv spælt í Warsawa í Póllandi, hevði tað mesta tú kanst forlanga av eini finalu. Serliga í fyrra hálvleiki hendi nógv. Fyrst komu undirtippaðu Dnipro á odda við máli, sum Nikola Kalinic stútaði í kassan eftir sjey minuttir.
Síðani setti Sevilla seg á dystin og skoraði tvær ferðir. Fyrst pólski Grzegorz Krychowiak og síðani Carlos Bacca, sum seinni skuldi vísa seg at verða týdningrmikil. Tað var nevniliga kolumbiski framhejrin, ið avgjørdi finaluna, tá hann skoraði til 3-2 eitt stórt korter fyri tíð.
Beint fyri hálvleik javnaði Dnipro, tá liðskiparin Ruslan Rotan sendi eitt fríspark beinleiðis í málið, men tá Sevilla hevði lagt seg á odda megnaði Dnipro ikki at trýsta Sevilla meir enn eitt vist.
Tað endaði við, at Sevilla vann 3-2. Hetta er fjórðu ferð, at Sevilla vinnur Europa League og UEFA Cup. Tað er nýtt met.
Dnipro – Sevilla 2-3 (2-2)
1-0 Nikola Kalinic, 7
1-1 Grzegorz Krychowiak, 28
1-2 Carlos Bacca, 31
2-2 Ruslan Rotan, 44
2-3 Carlos Bacca, 73