Sex-hungur

Ein nýggj kanning vísir, at danir halda sjokulátu, ostrur og reytt kjøt verða mest erotiska matin. Í botninum liggur svínakjøt, sum verður mett at vera keðiligur gerandiskostur.

Men stjørnukokkurin Henrik Boserup heldur kanningina verða nakað tvætl, tí allur matur kann vera erotiskur, um hann verður handfarin og etin við kærleika og er úr góðum rávørum. Sansaligur, romantiskur og erotiskur matur er eisini chili, hvítleykur, champagna, hunangur, skeljadjór og ingifer.