Á Dímunargarði hava tey havt keyparar til alt seyðakjøtið gjøgnum mong ár. - Vit kunnu siga, at alt kjøtið er longu selt, áðrenn skurðurin verður tikin, sigur Jógvan Jón Petersen.

Seyðakjøt úr Stóru Dímun er eftirspurt 

Seyðakjøt úr Stóru Dímun gongur sum heitt breyð, og Jógvan Jón Petersen á Dímunargarði sigur, at alt kjøtið er longu selt.

Á Dímunargarði hava tey havt keyparar til alt seyðakjøtið gjøgnum mong ár. - Vit kunnu siga, at alt kjøtið er longu selt, áðrenn skurðurin verður tikin, sigur Jógvan Jón Petersen.

- Vit hava havt at kalla somu keyparar til alt seyðakjøtið gjøgnum mong ár, og alt kjøtið er longu selt – ja, vit kunnu siga, at alt er selt longu, áðrenn fjøllini eru gingin.

 

Jógvan Jón Petersen sigur, at tað eru nøkur húski inni á meginlandinum, sum hava keypt seyðakjøt av Dímunargarði í meira enn eina hálva øld. 

 

- Tað merkir, sigur hann, at talan í onkrum føri er um meira enn tað eina ættarliðið í sama húski, sum hevur keypt kjøt her á Dímunargarði.

 

Hann vísir á, at tá eitt ættarlið fall frá, tók hitt næsta við, og soleiðis hevur Dímunargarður í fleiri førum havt somu keyparar gjøgnum mong ár. 

 

- Sjálvandi er onkur keypari fallin frá, og onkur nýggjur er komin aftrat, sum árini eru liðin, men síðan vit komu út her á garðin, hevur eingin trupulleiki verið at sloppið av við seyðakjøtið. 

 

Jógvan Jón sigur, at tað í allar flestu førum eru heil krov, sum verða seld. Nøkur fá krov, kanska eini 25 í tali ella so, verða send fesk av oynni, og síðan fer restin avstað sum ræst kjøt.

 

Hann sigur, at tá keyparar fáa krovini sum røst, velja tey sjálvi, hvat skal frystast sum ræst, og hvat skal turkast. Á Dímunargarði turka tey vanliga ikki kjøt fyri viðskiftafólk.

 

- Tað gera viðskiftafólkini sjálvi.

 

##med2##

 

Jógvan Jón sigur, at viðskiftafólk oftast keypa eini tvey ella trý krøv og onkur fleiri. Tað allar mesta eru lambskrov, men onkur ynskir sær eitt sindur av veðri ella ær.

Hann sigur, at keyparum dámar væl, tá krovini liggja um eini 30 pund, og at kjøtið ikki er alt ov feitt. 

 

- Alt verður flutt av oynni í tyrlu, og eg haldi, at hesin flutningur riggar væl, sigur Jógvan Jón Petersen.

 

 

 


 

 

Á Dímunargarði hava tey havt keyparar til alt seyðakjøtið gjøgnum mong ár. - Vit kunnu siga, at alt kjøtið er longu selt, áðrenn skurðurin verður tikin, sigur Jógvan Jón Petersen.