SF24: Maria leggur fyri

Maria Ronnisdóttir á Heygum hevur ársins fyrstu konsert á Summar Festivalinum

Fyrsta konsertin á ársins Summar Festivali verður á Torginum hóskvøldið klokkan 19. Tá fer Maria Ronnisdóttirt á Heygum at spæla.

 

Evnaríka songkvinnan hevur gjørt vart við seg við útgávu av frálíkum sangum og sterkum live-framførslum.

 

Maria hevur sungið sangir sum "Brævið", "Góðan morgun mín kæri" og duettina "Nú verður myrkur til ljós" saman við Halli Joensen.

 

Hon fekk eitt slag av gjøgnumbroti á stOVEtónum í Nólsoy, tá ið bloggarin Birgir Kruse kallaði hana eina stjørnu.

 

Í fjør hevði hon frálíka framførslu á Summar Festivalinum, og hon verður við aftur í ár. Maria fer saman við pápanum, Ronni Nielsen, at framføra egnar sangir og tøkuløg á Torginum.