Um páskirnar frættist i útvarpinum, at Heðin Mortensen í næstum leggur fram uppskot um broyting í nevndarviðurskiftunum í Grunninum fyri Tórsvøll.
Tænir ongum endamáli
Undanfarna ár boðaði Heðin Mortensen frá, at hann segði nevndarsessin í tórsvallargrunninum frá sær.
Heðin greiðir frá, at orsøkin til hetta var tann, at hann ikki sá nakra nyttu í at sita í nevndina vegna ÍSF.
Hann sigur at tórsvallarverkætlanin var ætla at tæana allari ítróttini, men at hetta nú er broytt, so hon í dag bert tænir fótbóltsligu endamálunum. Tí metir nevndin hjá ÍSF ikki, at felagsskapurin eigur at hava ein aktivan leiklut í hesum máli.
Tískil hevur Heðin Mortensen nú skotið upp, at nevndin verður víðkað upp í fimm limir, soleiðis at í hansara stað fáa HB og B36 eitt nevndarumboð í part, og at nevndin tá skal skipa seg sjálva.
Ikki givið upp
Í stuttari viðmerking sigur Heðin Mortensen, at hetta ikki skal skiljast soleiðis, at hann nú hevur mist alla vón um at gera Tórsvøll til landsstadion.
- Eg farið framvegis at virka fyri ger av rennibreyt á Tórsvølli, men hetta verður sum býráðslimur, sigur Heðin Mortensen at enda.