ÍSF hevur aðalfund 22. mai

ÍSF hevur aðalfund leygardagin. Sverri Midjord og Petur Elias Petersen standa fyri vali og teir taka báðir við afturvali

Ítróttasamband Føroya, ÍSF, boðar frá, at aðalfundur verður í Sjónleikarhúsinum í Havn leygardagin 22. mai klokkan 11.30.

Fundarskráin er henda:

a) Formaður ÍSF setur fundin og skipar fyri vali av fundarstjóra.

b) Formaður ÍSF greiðir frá starvinum í farna árinum.

c) Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri ÍSF fyri farna árið. Til skjals liggur eisini roknskapur hjá sersambondunum/deildarsambondunum fyri seinast lidna starvsár teirra samb. 8. grein.

d) Umrøða og fyrispurningar um virksemið hjá stjórn og starvsnevnd ÍSF.

e) Viðgerð av uppskotum og málum, sum hava verið løgd fyri aðalfundin, og øðrum málum, um 2/3 av umboðsmonnunum játta.

f) Viðgerð av møguligum uppskoti frá stjórnini um ásetan av ársgjaldi.

g) Val av starvsnevnd og varalimum samb. 21. grein.

h) Val av grannskoðara, ið skal vera ríkisviðurkendur.

i) Ymiskt.


Viðv. pkt. g

Upp á val í starvsnevndini standa varaformaðurin Sverre Midjord og skrivarin Petur Elias Petersen fyri eitt 2-ára skeið. Val av eykalimi fyri eitt ár.

Samb. grein 15 A skal fráboðast, at starvsnevndin hevur uppskot um at velja Sverra Midjord til varaformann og Petur Elias Petersen til skrivara fyri eitt nýtt 2-ára skeið. Samstundis er John Kjær í uppskoti til varalim.

Annars eru feløgini vælkomin at koma við uppskotum til aðalfundin samb. grein 15 A.

Gestarøðari á fundinum er Anfinn Kallsberg, løgmaður.

Vónandi møta feløgini fjølment til henda fundin. Beint aftan á fundin verður ábit fyri allar luttakararnar í Sjónleikarhúsinum.