MAKRELUR
Seks skipabólkar siga seg nú taka fult undir við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, sum ikki vil góðtaka, at Føroyar í strandalandaavtalu um makrelin bert fáa sløk 5% av samlaðu kvotuni aftur í ár.
- Vit taka fult og heilt undir við landsstýrismanninum um, at vit eiga at halda fast um kravið uppá 85.000 tons av kvotuni. Um eingin avtala spyrst burtur úr hesum, taka vit undir við eini føroyskari eginkvotu uppá 150.000 tons av makreli.
Heimafloti ágóðan
Feløgini, sum umboða lemmatrolarar, trolskip, línuskip, trolbátar, garnaskip og útróðrarflotan, halda, at tað má mestast sum sjálvsagt, at tað verður heimaflotin, sum fiskar undir Føroyum, ið fær rættin til alla økingina í føroysku makrelkvotuni í ár.
- Makrelur í stórum nøgdum kemur inn í føroyskt øki í tíðarskeiðnum frá apríl til oktober, og sannlíkt etur hann ein stóran part av náttúrligu føðini hjá botnfiskastovnunum.
Feløgini halda, at makrelur etur munandi nøgdir av yngli hjá toski, hýsu og upsa og kann soleiðis vera ein orsøk til, at hesir fiskastovnar ikki koma fyri seg.
- Avleiðingin er, at allur flotin, sum fiskar undir Føroyum, er sera hart raktur av, at stórur partur av føðini hjá botnfiskastovnunum soleiðis verður etin av makreli, og at yngulin eisini verður etin, soleiðis at botnfiskastovnarnir ikki koma fyri seg aftur.
Feløgini halda, at tá heimaflotin er tann, ið merkir negativu avleiðingarnar av hesum, má tað metast sjálvsagt, at tað eisini verður heimaflotin, ið fær rættindini til at fiska makrel sum samsýning.
- Vertíðin fyri makrel í føroyskum sjógvi passar sera væl til skipini, sum royna eftir botnfiski undir Føroyum. Um heimaflotin fiskar makrel í tíðarskeiðnum apríl til oktober, lættir hetta eisini munandi um trýstið á botnfiskastovnarnar við Føroyar.
Økt virksemi
Hetta vil viðføra, siga feløgini, at tað verður munin lættari at fáa veiðini eftir botnfiskastovnunum altjóða góðkenning sum burðardygga.
Teir seks skipabólkarnir vísa í skrivinum á, at tað eisini kemur at økja munandi um virksemi á landi og kemur fjøldini at gagni, um tað verður heimaflotin og onnur ísfiskaskip, sum sleppa at fiska makrel, ið Føroyar við áseting av egnari kvotu sleppa at fiska aftrat.