Tróndur Arge
René er bersøgin. Hann er ikki bangin fyri at seta orð á sínar tankar. Handan fótbóltsspælaran búgva nógvir tankar og nógvar kenslur. René er í dag 20 ára gamal og hevur sáttmála við stóra danska felagið Brøndy IF. Kreppurakta felagið bjargaði sær lívinum í bestu deildini á seinasta leikdegi hetta kappingarárið. Eisini hava fíggjarligir trupulleikar hótt við at niðurleggja siðursvanda felagið.
Men René er meiri enn bara ein fótbóltsspælari við einum tali á rygginum. Upp eftir øllum høgra armi eru tattoveringar, sum allar hava sín týdning fyri mannin, sum fyri fyrstu ferð í tólv ár tosaði við pápa sín á Skype í fjør.
Familjan er alt
Gjøgnum alla samrøðuna leggur René stóran dent á at familjan hevur stóran týdning. Uttan familjuna hevði hann ikki staðið móti mótburðinum, tá skaðin gjørdi um seg og tá tað gekk illa fyrsta árið í Brøndby.
- Eg hevði ikki verið har eg eri í dag uttan mína familju. Hon hevur alt at siga, sigur René avgjørdur.
Mamma René, Mena Joensen, flutti niður við honum, tá hann byrjaði í Brøndby. Hesum stuðlinum er hann glaður fyri sjálvt um hann av og á kemur upp at táttast við mamma.
- Eg toli ikki at tapa. Fyrr fór eg at gráta, tá eg tapti. Í dag kann eg blíva óður tá eg havi tapt ella tað hevur gingið illa. Tá skal ongin tosa við meg og tað gongur onkuntíð út yvir mammu, tá eg komið heim. So fara vit at skeldast, men um kvøldið er alt gott aftur, sigur René og hevur bestan hug at flenna eftir sínum atburði.
Nógv hava bitið merkið í heldur sjálvsama millumnavnið hjá René, sum er “Shaki”. Hetta er eftir pápanum, Josef Shaki, sum kemur úr Ísrael. René hevur ikki sæð pápa sín í tólv ár, men í fjør tosaði René við hann umvegis Skype.
- Eg havi havt lítið samband við hann, men tosaði við hann í fjør. Hann hevur eisini fingið sær Facebook og viðmerkir onkuntíð onkur ting hjá mær, greiður René frá.
Í dag hevur René ein mann í lívinum, sum hann kallar fyri pápa sín. Tað er navnframi tónleikarin Kim Hansen, sum saman við abbanum, Poul Åge, hava verið mannligu fyrimyndirnar hjá René. Eisini hevur omman, Herborg Joensen, verið ein hornasteinur í lívinum hjá unga fótbóltsspælaranum. Hann hevur tó framvegis spurningar, hann fegin vil hava svar upp á viðvíkjandi pápa sínum, og hann hevur eisini eitt ynski um at vitja Josef Shaki og familjuna hjá honum.
- Eg ætli mær eina ferð at vitja tey og síggja systkini hjá mær, men eg havi eisini nakrar spurningar, sum eg vil hava svar uppá. So sum hví hann ikki hevur hildið samband meg, greiður René frá.
Á undirarminum hevur René tatoverað tvær hendur, ið biðja, við árskriftini; “Familjan er alt”, skrivað á hebraiskum. René er heilt greitt ein maður, sum hevur nógvar tankar og hugsar nógv um lívið og familju.
- Eg fari heilt víst at vitja tey, men eg veit heldur ikki hvat fyri samband eg vil hava við pápa mín, tá hann býr so langt vekk og hevur so lítlar møguleikar at ferðast hendanvegin, sigur René hugsunarsamur á málinum, meðan hann tekur um armin við tatoveringini.
Hóast hann hevur nógvar upp og niðurtúrar viðvíkjandi pápa sínum, so hevur hann eitt ynski um at tað stendur “Shaki” á rygginum komandi kappingarár.
- Joensen er eitt vanligt eftirnavn, meðan Shaki er eitt serligt eftirnavn á hesum leiðum. Tí fari eg at spyrja Brøndby um eg kann fáa Shaki á ryggin til komandi kappingár, sigur René.
Tatoveringarnar
René hevur sett sær nøkur greið mál í lívinum, og tey verður hann mintur á, hvørja ferð hann hyggur niður eftir arminum.
«Vit eru øll líka. Munurin er bara, hvussu hart tú vilt arbeiða fyri tí tú vilt røkka, sigur René og tekur sær aftur til armin.
Á innarusíðu á yvirarminum stendur; “If you believe it, the mind can achieve it”.
«Eg skrivaði fleiri ting niður og sorteraði so frá. Hasin setningurin bleiv við at standa eftir. Tí valdi eg at fáa hann tatoveraðan á armin, sigur René.
Allar tatoverningarnar hava ein serligan týdning fyri U21 landsliðsspælaran. Tí fystu fekk hann sum bara 16 ára gamal, tá hann tatoveraði “René” á undirarmin.
- Tað var faktist eitt sindur spontant. Eg tosaði við mammu um tað, og so gjørdi eg tað bara. Mamma helt motivið var gott, sigur René og flennir.
Ætlanin er at allur armurin skal verða ein samanhangandi tatovering í sjey pørtum. Umframt umtalaðu tatoveringarnar, so hevur hann eisini tvær rósur og tvær dúgvur á arminum.
- Dúgvurnar lýsa frælsi, sigur René, sum fær stuðul frá mammmuni, tá tað kemur til tatoveringarnar, men omman og abbin, Herborg og Poul Åge Joensen, eru ikki so fegin.
- Ja, omma og abbi halda ikki so nógv um tað og spyrja, hví eg skal tekna meg til, sigur René og flennir.
- Tað týdningarmiklasta fyri meg er, at tatoveringarnar hava týdning fyri meg, sigur René og leggur afturat, at tá armurin er komin á mál, so hevur hann longu hugsað tankan um at fáa sær fleiri tatoveringar. Higartil hevur hann brúkt fleiri enn 10.000 krónur upp á tattoveringar og samlaði kostnaðurin fyri allan armin kemur upp í móti 30.000 krónum.
Smædni pinkulingurin
Tað var ein smæðin René Shaki Joensen, sum fór til fótbólt við mammu síni á ungum árum. Tað tók einar tíggju ferðir áðrenn René yvirhøvur tordi at fara á vøllin.
- Vit vandu innandura og eg tordi ikki á vøllin. Men tann eina dagin kom bólturin yvir til mín og eg sparkaði hann aftur til ein av hinum. So fór eg bara á vøllin, og har havi eg verið síðani, greiður René frá.
Hann spældi við B36 fram til hann bleiv 14 ár, tá fleiri av hansara vinmonnum lokkaðu hann yvir til HB. René spældi eisini nógv hondbólt við Kyndli og gjørdist millum annað ársins spælari í dreingja deildini og fekk heiður í kapping í Barcelona.
René valdi í 2009 at fara á eftirskúla í Brøndby, og tað er her at møguleikin at umboða Brøndby á fyrsta sinni kom upp at venda.
Fyrsta árið í Brøndby gekk ikki so væl, men næsta árið gjørdist heilt gott.
- Eg fór frá at verða nummar 15 ella 16 í røðini til at byrja inni. Eg menti meg nógv og fekk sáttmála. tað var deiligt at fáa løn fyri stríðið, greiðir René frá.
Ein skaði í vetur gjørdi at René ikki hevur spælt so nógv síðani ársskiftið, men hann er nú komin yvir beinbrotið. Ringa gongdin hetta kappingarárið hevur eisini verið við til, at René ikki hevur fingið fleiri minuttir í Superliguni uttan teir, hann fekk móti AGF í farna kappingarári.
René er eisini greiður yvir, at tað krevur nógv at vera fótbóltsspælari, og tú skalt tola nógv av, tí fjølmiðlarnir og viðhaldsfólkini eru ikki mjúk at strúka, tá tað gongur illa.
- Vit hava ein spælara í Anders Randrup, sum altíð fær ring ummæli. Hann er ein stak fittur maður og tað er hart at síggja hann fáa so ringa viðferð, sigur René um høgra bakkin, sum nú gevst í felagnum.
- Eg má fyrireika meg uppá, at tað eisini kann henda fyri meg. Eg veit ikki um eg fari at lesa bløðini og kjak eftir ein ringan dyst. Í fleiri førum veitst tú ikki hvør tað er, sum skrivar á internetinum. Tað kann eins væl vera onkur, sum ikki hevur skil fyri fótbólti. Tú mást ikki taka tað til tín, men heldur lurta eftir venjaranum, greiðir René frá.
René hevur ongar trupulleikar at viðurkenna, at hann kann taka ting nær og tí skal ansa væl eftir, hvat hann lesur.
- Eg eri kenslusamur og kann taka ting nær. Tí má eg fyrireika meg upp á at tað onkuntíð fer at ganga mær ímóti, sigur René, sum vónar at fáa spælitíð komandi kappingingarár, hóast tað er ógreitt, um Auri Skarbalius, núverandi venjari, heldur fram í felagnum.
- Tú veit ongantíð við Brøndby. Tað er eitt stórt felag, men eg fari at stríðast fyri mínum møguleika, sigur René at enda.
René er úttikin til U21 landsliðið, sum í juni skal spæla móti Rumenia og Montenegro.
trondur@sosialurin.fo
Fakta:
René Shaki Joensen
Føddur: 8. feburar 1993
Foreldur: Mena Joensen og Josef Shaki, Kim Hansen(Stjúkpápi)
Unnusta: Astrið Foldarskarð
Starv: Yrkisfótbóltsspælari
Yrkisleið:
2009-2010 Brøndby Idrætsefterskole
2010-2012: Ungdómsspælari í Brøndby IF
2012 – Brøndby IF