Sheffield United stóð fyri sensatiónini

Sheffield United úr triðbestu ensku deildini sló í kvøld Southampton úr Capital One Cup kappingini, meðan Chelsea sum væntað kom víðari

Tveir dystir hava í kvøld verið í ensku steypakappingini, Capital One Cup.

 

Í báðum dystunum vóru tað feløg úr lægru ensku deildunum, ið hava spælt móti feløgum úr bestu deildini. Og í tí dystinum, har Premier League felagið kanska var størsti favoritturin, kom sensatiónin.

 

Sheffield United úr triðbestu ensku deildini sló nevnliga Southampton úr bestu ensku deildini úr kappingini.

Southampton, ið annars fekk eina frálíka byrjan uppá kappingarárið í Premier League, tapti dystin móti Sheffield United 1-0.

Einsamalla málið í dystinum skeyt Mark McNulty, tá 63 minuttir av dystinum vóru leiktir.

 

Í hinum dystinum vann Chelsea á útivølli 3-1 móti Derby County, ið liggur nummar 3 í næstbestu ensku deildini.

Málskjúttar hjá Chelsea í dystinum vóru Eden Hazard, Filipe Luis og Andre Schurrle, meðan Craig Bryson skoraði málið hjá Derby County.

 

Í annaðkvøld vera seinnu fjórðingsfinalurnar í Capital One Cup spældar. Dystirnir í annaðkvøld vera Bournemouth-Liverpool og Tottenham-Newcastle.

Báðir dystirnir í annaðkvøld byrja klokkan 19:45.

 

Sheffield United – Southampton 1-0 (0-0)

1-0         Mark McNulty, 63.

 

Derby County – Chelsea 1-3 (0-1)

0-1         Eden Hazard, 23.

0-2         Felipe Luis, 56.

1-2         Craig Bryson, 71.

1-3         Andre Schurrle, 82.