Hollywoodsongkvinnan Sheryl Crow hevur nú eisini meldað seg sum lim av trúarbólkinum, sum gongur undir navninum Scientoloy. Tað kann tykjast eins og at Tom Cruise, sum sjálvur er ein sera virkin limir í Scientology, ætlar sær at fáa allar stjørnunar í Hollywood at meldað seg inn í henda trúarbólkin.
Hann hevur leingi roynt at fingið fótbóltsstjørnuna David Beckham og konu hansara Victoria inn í trúarbólkin, men higartil hava hesi bæði sagt nei til hetta.
Will Smith var tó lættari at fáa uppí part ? eftir at hava verið pressaður bæði av konuni Jada Pinkett-Smith og Cruise sjálvum, hevur hann sagt ja til at gerast limir.
Og tað er ikki uttan orsøk, at trúarbólkurin ger eitt so stórt arbeiði fyri at fáa nýggjar, ríkar limir úr Hollywoodheiminum. Bólkurin er nevniliga fíggjaður av stóru pengaupphæddunum, hann fær frá stjørnum sum John Travolta, Beck, Kirstie Alley og Isaac Hayes.
Sambært danska tíðindablaðnum BT er nýggjasti limurin í bólkinum songkvinnan Sheryl Crow, ið áður hevur sagt nei til limaskap, men sum nú tykist at hava givið seg yvir fyri stóra trýstinum.