Shetland Islands Tourism: Summarið byrjar, tá ið Norrøna kemur

Hetlendingar, ikki minst ferða- og handilsvinnan, brynja seg út, nú summarsiglingin hjá Norrønu er byrjað

Mánadagin legði Norrøna fyri fyrstu ferð í ár at bryggju í Lerwick í Hetlandi. Umborð vóru 120 fólk og 12 bilar, tey flestu skuldu víðari til Noregs.

Ferðaráðið í Hetlandi, Shetland Islands Tourism, býður føroyingum væl komnum til Hetlands. Hetlendingar tilskila sær ein part av æruni fyri góða úrslitið hjá Norrønu í fjør, ið var met.

- Væl eydnaða summarsiglingin í fjør er úrslit av, at Hetland aftur er við í summarskránni hjá Norrønu, sigur Maurice Mullay, ið er stjóri á Shetland Islands Tourism.

Hetlendingar skipa fyri nógvum áhugaverdum tiltøkum, ferðum og tænastum, nú Norrøna er byrjað at sigla aftur. Til ber at sleppa sær av við viðførið og annað undir tryggum umstøðum á Holmsgarth Terminal í Lerwick. Gestirnir kunnu hyggja seg um í Lerwick uttan at verða noydd at dragsa tungar taskur.


Spennandi útferð

Eftir áheitan frá Smyril Line hava 22 handlar og sølubúðir opið leingi týskvøld. Skipað verður fyri "Shetland Experience" við ferðaleiðara til Burra Isle, Trondra, borgina í Scalloway, tingstaðin á Law Ting Holm og Whiteness Viewpoint. Á Herrislea House Hotel í Tingwall verður borðreitt við serstøkum hetlendskum mati. Framsýningar av bindivørum, list, handarbeiði, og hetlendskum tónleiki eru eisini á skránni.

- Víðkaða summarsiglingin hjá Norrønu gevur ferðavinnuni eitt vælkomið skump. Summarið byrjar, tá ið Norrøna leggur at bryggju í Hetlandi. Eg kann tryggja føroysku vinum okkara, at vit hava enn betri tilboð at bjóða í ár. Vit bjóða betri og fleiri møguleikar, tá ið tað ræður um at keypa, at hyggja seg um á meginlandinum, síggja hvussu handverk og annað verða tilvirkað, at hitta lokala fólkið, royna hetlendskan mat, og at hoyra hetlendskan tónleik í eini kátari atmosferu, sigur Maurice Mullay.

Summarsiglingin hjá Norrønu í ár byrjar eina viku fyrr og endar eina viku seinnu í mun til í fjør. Hon byrjaði mánamorgunin 17. mai og endar týsdagin 14. september.