Showbilur á Trucker Festivalinum

Leygardagin byrjaði Trucker Festivalurin 2009 í Klaksvík. Sunnudagin fer countrysangarin Hallur Joensen at syngja á festivalinum. Norðoyastevnuaftan byrjaði Trucker Festivalurin 2009 í Klaksvík. Til festivalin er komin ein sonevndur showbilur. Talan er um flottan sergjørdan Scania lastbil hjá Carsten Nielsen í Køge, sum fyrstu ferð varð avdúkaður, tá festivalurin byrjaði.

Umframt sjálvan Trucker Festivalin var eisini skipað fyri bilboksing á Sandinum. Fyrireikararnir, Leif Eliasen og Hugo Skorastein, siga, at nógv fólk hava verið til festivalin, og showbilurin hevur drigið nógvar áskoðarar til sín. Teir lata eisini væl at luttakaratalinum, sum er væl yvir 70 bilar.

Ókeypis kaffi er báðar dagarnar at fáa í kassanum á hvíta bilinum hjá Faroe Ship, sum stendur miðskeiðis á festivaløkinum. Bilurin er innrættaður sum ein café.

Sunnudagin byrjar framsýningin kl. 14. Suppa og grill á økinum kl 14.30 og Hallur Joensen syngur kl. 15. Atkvøðugreiðslan um flottastu bilarnar endar kl. 16, og steypahandanin verður kl. 17.

Trucker Fetsivalurin 2009 endar við, at bilarnir koyra í konvoy úr Klaksvík kl. 18.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum