Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spæla Showmenn í Rex. Hetta verður samstundis ein av teirra seinastu framførslum í Rex, nú manningin í bólkinum hevur kunngjørt, at hon gevst
Syrgiligt og spell. Ein varði innan føroyska tónleikaheimin gerst søga um ikki so langa tíð, tá Showmenn leggja árarnar inn. Teir hava so at siga spælt út í eitt seinastu árini, men hava nú valt at gevast á toppinum.
Men teir gevast ikki enn. Komandi vikuskiftið spæla teir í Rex. Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Og teir eru í form. Tað ásannaðu útisetarnir í Keypmannahavn leygarkvøldið, tá teir settu alt Føroyahúsið á gos.
Apropos gos var gott lív í býarlívinum í Havnini í vikuskiftinum - bæði í Rex, har Robbie Williams Jam var á skránni, og í tí annars so friðarligu Café Natúr, har Crawling Blue við Una Debes á odda framførdi í einari stúgvandi fullari café.
Tíðindaskriv