Ert tú millum teirra, sum ætla sær á konsert, men sum enn ikki hava keypt sær atgongumerki, er tað als ikki ov tíðliga at gera hetta nú. Vit hava frætt frá fyrireikarunum, at sølan av atgongumerkjum hevur verið nógv størri enn vanligt.
Tá vit fyrradagin tosaðu við fyrireikararnar, høvdu teir selt eini 900 atgongumerki í forsølu, ímeðan umleið 100 vóru bíløgd. Hetta ljóðar kanska ikki so øðiligt, nú høllin tekur út við 2.000 fólk, men frá fyrireikarunum frætta vit, at besta forsølan teir vita um, var umleið 700 atgongumerki, 2 vikur áðrenn tiltakið. Sostatt er talan um eina óvanliga stóra forsølu, og verður havt i huga, at vit føroyingar nú einaferð eru soleiðis, at vit ofta bíða til seinastu løtu, so kann væntast, at tað brádliga er útselt. Framman undan hava fyrireikararnir sagt, at atgongumerki verða at fáa við dyrnar, men hetta er sjálvsagt ikki møguligt, um so er, at alt er útselt!
Skráin løgd
Skráin til tiltakið er annars fastløgd, og er hendan at síggja á alnetinum á heimasíðuni www.alive-music.com. Í stuttum kann sigast, at tiltakið byrjar kl. 20.00 og endar kl. 00.30. Byrjað verður við, at Dynamit 2000 hevur sína fyrstu almennu framførslu, og seinni koma so shubbarnir upp á pallin.
Fyrireikararnir siga seg leggja dent á, at áhoyrararnir fáa eina so góða uppliving sum gjørligt, og tískil royna teir, at hava allar karmarnir kring tiltakið í lagi. Garderoba verður til at heingja yvirklæði í, og umframt at leskidrykkir verða seldir í høllini, verður eisini møguleiki at keypa sær eina pylsu uttanfyri.
Eitt, sum eisini kann nevnast í sambandi við heimasíðuna er, at frá hesari síðu fæst atgongd til heimasíður hjá fleiri føroyskum tónleikabólkum. Fyrireikararnir siga samstundis, at um so er, at tað eru aðrir føroyskir bólkar, sum hava gjørt ella eru í fer við at gera eina heimasíðu, eru hesir vælkomnir at gera vart við seg, so teir eisini verða nevndir á heimasíðuni.
Heintað atgongumerkini
Fyrireikararnir heita á fólk, sum hava bílagt atgongumerki, um at avheintað hesi sum skjótast. Verða bíløgdu atgongumerkini ikki heintað, verða atgongurmerkini seld øðrum, og er hetta sjávsagt ein óheppin støða at koma í hjá teimum, sum halda seg vera trygg, við tað at atgongumerkini eru bíløgd.
Forsølan av atgongumerkjum er framvegis opin, ætlar tú tær á konsert, ber til at keypa tey á hesum sølustøðum:
Shellstøðini í Klaksvík
Kioskini hjá Ann í Klaksvík
Kiosk Vár í Runavík
Statoilstøðini á Eiði
Shellstøðini í Norðagøtu
Statoilstøðini í Skálabotni
3-arinum í SMS
Kunningarstovuni í Havn
Rio Bravo í Havn
Shellstøðini í Vestmanna
Shellstøðini Myllan í Miðvági
Kaffistovuni í Nólsoy
Shellstøðini á Sandi
Shellstøðini í Vági
Shellstøðini á Tvøroyri