Polestar-deildin:
Mjølnir – SÍ 0-3 (21-25, 20-25, 26-28)
Mjølnir og SÍ spældu í Badmintonhøllini í gjár um at enda ovast í sjálvari landskappingini, og harvið fáa ein lítlan fyrimun í FM-finalunum, har ovasta liðið byrjar á heimavølli og aftur fær heimavøll í einari møguligari triðju finalu, skuldu liðini vunnið hvør sína finalu.
SÍ var frammanfyri á stigatalvuni undan dystinum og toldi tí at tapa 3-2 og framvegis eiga fyrstaplássið. Skuldi Mjølnir taka fyrstaplássið, varð neyðugt hjá teimum við trimum stigum. Tað eydnaðist ikki hjá Mjølni, tí SÍ vann tey bæði fyrstu settini, og so var kappingin um fyrstaplássið avgjørd, og restin var spæl til stuttleika – kanska tað var tí at triðja settið endaði 28-26 til SÍ, sum vann við sætta dystarbóltinum.
Helst hugsaðu liðini eisini eitt sindur um ikki at avdúka vápnini og taktikkin áðrenn sjálvar FM-finalurnar, sum verða spældar í seinna helmingi av mars. Tann fyrsta verður á Giljanesi (tí SÍ sleppur ikki at spæla finalur í lítlu høllini í Sørvági), og onnur finalan verður í Badmintonhøllini í Klaksvík. Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi.
Soleiðis var eisini í fjør, tá somu lið møttust, og Mjølnir at enda vann 3-2 á Giljanesi í triðju finaluni og tryggjaði sær sítt sjeynda meistaraheiti á rað í einum av bestu flogbóltsdystunum, sum nakrantíð er spældur í Føroyum.
Endaliga støðan í Polestar-deildini:
|
Nr. |
Lið |
Dystir |
Settmunur |
Stig |
|
1 |
SÍ |
16 |
35 |
42 |
|
2 |
Mjølnir |
16 |
24 |
38 |
|
3 |
ÍF |
16 |
6 |
27 |
|
4 |
Fleyr* |
15 |
-23 |
10 |
|
5 |
Ternan* |
15 |
-42 |
0 |
*Ternan og Fleyr spæla sín síðsta dyst í dag
Flogbóltssamband Føroya











