Sic bergtekur í trimum heimspørtum

Fólkini handan avstralsku alnetútvarpsstøðina Dark Cloud Radio kalla fløguna hjá føroysku Sic ein varða í tungmálmssøguni, men eisini í Suður Amerika fær bólkurin framúrskarandi ummæli, eins og hann fær her heima.

Síðan Sic herfyri gav fløguna Pandemonium út, hevur bólkurin veruliga havt undanvind. Í føroyskum miðlum hevur fløgan fingið avbera góð ummælir og herfyri bóru vit tíðindini um, at avstralska alnetútvarpsrásin Dark Cloud Radio spældi tónleik hjá Sic í sendingini Aussie Invasion. Tónleikastøðin, ið leggur seg eftir at spæla tungmálm, hevur fingið heilt gott eyga á Sic og teirra tónleikur er nú javnan at hoyra á støðini.
Fólkini handan Dark Cloud Radio hava eitt felag Dark Kloud Promotions, ið virkar fyri at stuðla undir teir bólkar, ið tey meta vera serliga spennandi. Hvønn mánað verður ein bólkur valdur, til “bólkin henda mánaðin”. Sjálvir siga teir á myspace profili sínum myspace.com/dkpromotions:
- Vit eru ikki her fyri at vinna pening, vit vilja bara kunna um teir óheftu bólkarnir, ið hava uppiborið at koma fram.

Eini varði í tungmálmssøguni
Myspacesíðan hjá Dark Kloud Promotions er hendan mánaðin nógv merkt av, at Sic er “bólkurin hendan mánaðin”. Við fýra løgum hjá Sic, hópin av myndum og orðum. Dark Kloud Promotions lýsir fløguna hjá SIC soleiðis:
“Í september 2006 fór Sic inn í sjúka og avskeplaða heimin hjá tónleikaframleiðaranum Tommy Hansen í Jailhouse Studios í Danmark. Teir 15 dagarnar, ið Sic brúktu til upptøkurnar av teimum 13 løgunum á fløguni, vóru ein ferð fyri lívið. Saman við Tommy góvu teir alt og meira enn tað og skaptu eitt meistaraverk – ein varða í tungmálmssøguni. Við útgávuni av Pandemoninum!, hevur SIC skapt eina nýggja byrjan, eina nýggja era.”

8,8 av 10 møguligum
Men tað er ikki bert í Føroyum og Avstralia, at Sic fær góða móttøku. Eisini í Peru í Suður Amerika er áhugi fyri Sic. Spanskmælta alnetstíðaritið og útvarpsstøðin Rockum, ið virkar úr Peru og hevur tungmálmstónleikafjepparar sum málbólk, ummælir á heimasíðu síni fløguna Pandemonium. Hon fær 8,8 av 10 møguligum í karakter.

Samanbornir við Cavalera
Rockum samanber útgávuna við bólkar sum Sevendust (í teirra bestu árum), Machine Head, Slipknot, Glassjaw og tónleikin hjá Max Cavalera, í døgunum har hann gjørdi Roots við Sepultura og tey fyrstu árini í Soulfly. Henda síðsta samanbering er ótrúliga sterk, at fáa í Suður Amerika av tí, at brasilumaðurin Max Cavalera uttan iva er størsta stjørnan og mest virdi listamaður í hesin heimspartur hevur fostra innan rokktónleik.
Rockum fer so langt sum at siga:
“Mikkjal fangar og dagførur ein stíl, ið er á støði við sangararnar í hesum bólkum.”

Sera professionelt
Um tónleikin verður sagt, at fløgan hevur orkuna av ný-málmi, tó kanska við smálutum, ið eru meira radikalr og sterkar enn vanligt.
Løgini, ið Rockum tekur fram sum tey bestu eru: Reach Inside, To Dare to Risk To Regret og Keep It to Yourself.
Húsin fær eisini góð orð við á vegnum, og niðurstøðan hjá Rockum er:
“Tað tykist, sum limirnir í Sic hava gjørt alt við stórari professionalismu, hetta hava teir nógv rós uppiborið fyri. Lat okkum geva teimum møguleika fyri, at koma við tónleiki sínum til Latín Amerika, leitað eftir teimum, lurtað eftir teimum...”


Annað í væntu
Sambært tungmálmsbólkinum eru fleiri onnur áhugaverd ting fyri framman, og at hesi skjótt fara at koma fyri ein dag, men tað skilst, at bólkurin er í samband við fleiri aðrar útvarpsstøðir kring heimin. Fyri Sic er hetta møguleiki fyri at koma nærri dreyminum um eitt altjóða gjøgnumbrot. Fyri ein bólk, ið liggur á einum so smølum marknaði sum Sic, er tað alneyðugt at fáa so nógv sambond kring heimin, sum til ber. Tí marknaðurin um heimin er als ikki lítil.