Síðsta leikumfar í Premier League fyri framman

Síðsti niðurflytarin skal millum annað finnast

Síðsta leikumfar í ensku Premier League verður leikt í dag. Allir dystirnir byrja klokkan 15 okkara tíð.

 

Toppplaseringarnar eru sum so avgjørdar. Chelsea verður sum kunnugt meistari og Manchester City endar á øðrum plássi. Arsenal lá annars væl til at fáa hetta 2. plássi, men ein ring gongd, har Norðurlondonfelagið ikki hevur vunnið seinastu tríggjar dystirnar merkir, at tað ikki verður meira enn eitt triða pláss fyri Arsené Wenger og hannsara menn. Arsenal er trý stig frammanfyri Manchester United og eina málúrtøku áljóðandi +32. Málúrtøkan hjá United er +25, og tí skal mangt henda ímillum himmal og jørð, um United skal stjala triða plássið frá Arsenal í dag. United kann ikki innheintast á fjórða plássi, og tí hava teir sum minst tryggjað sær undandyst til Champions League komandi kappingarár.

 

Í botninum er greitt, at tveir av uppflytarunum hetta kappingarárið, Burnley og QPR, mugu ta tungu leiðina niður aftur í Championship-deildina. Spurningurin er so, hvør triði niðurflytarin verður.

Tvey onnur lið kunnu flyta niður. Siðbundna, norðurenska stórfelagið, Newcastle, og Hull, har fyrrverandi Manchester United-kempan, Steve Bruce, er venjari. Newcastle hevur 36 stig, meðan Hull hevur 34, og tí er ongin ivi um, hvat lið hevur betri kort á hondini. Bæði liðini spæla á heimavølli. Newcastle tekur ímóti West Ham, meðan Hull fær Manchester United á vitjan. Felags fyri útiliðini er, at tey næstan onki hava at spæla fyri.

 

Dystaryvirlit fyri allar dystirnar, ið sum kunnugt byrja klokkan 15:

 

Arsenal - West Bromwich Albion

Aston Villa - Burnley

Chelsea - Sunderland

Crystal Palace - Swansea

Everton - Tottenham

Hull City - Manchester United

Leicester - Queens Park Rangers

Manchester City - Southampton

Newcastle - West Ham

Stoke - Liverpool