Síðsta royndin í Eysturríki

Í gjár royndu Tummas og Jónstein seg. Tummas royndi seg við Moss, teir vóru tíanverri noyddir at gevast, tá teir skuldu deila (Shed) seyðin. Tað sá annars gott út hjá teimum frammanundan.

Tíðindaskriv:

 

Jónstein við Gripi endaði á 14 plássi. Tað sá gott út hjá honum, men tíðin fór áðrenn hann kláraði at singla. Eitt flott úrslit í eini sera harðari kapping.

 

Í dag skal Tummas aftur á vøllin. Hann og Linn eru síðsta vón at tryggja Føroyum eitt finalupláss. Tummas og Linn eru helst sterkasta parið í Føroyum í løtuni. Tey vunnu FM í 23/24, langt framman fyri nummar 2. Tummas hevur nummar 77 á rygginum. Hann byrjar sum nummar 4 í dag.

 

Góða eydnu!