Í blaðnum týsdagin sigur Heðin Mortensen, at tilfarið í sambandi við umsóknina hjá Gullak Madsen um byggiloyvi til ein skrivstovubygning á Krákusteini langt frá var nøktandi.
- Eingin hevði fingið byggiloyvi við hasum skjalatilfarinum, segði Heðin Mortensen við Sosialin týsdagin.
Men Gullak Madsen sigur, at er tilfarið ikki nøktandi, so er tað nakað, sum er spildur nýtt fyri sær.
Eg og Palli Gregoriussen, sum er arkitektur hjá mær, høvdu fund við umsitingina hjá byggi- og býarskipanarnevndini, og har fingu vit greitt at vita, at alt var í lagi við umsóknini og at tilfarið var fult nøktandi. Hetta var fyri 14 mánaðum síðani, og tí skilji eg ikki, at vit einki hava hoyrt um, at tilfarið ikki var nøktandi, og hvat tað er sum vantar, sigur Gullak Madsen.
Hann leggur stóran dent á, at hann ongan áhuga hevur í at viðgerða hetta byggiloyvi í fjølmiðlunum.
- Tit (Sosialurin, red.) ringdu til mín og spurdu, um eg hevði eina umsókn um byggiloyvi inni hjá Tórshavnar kommunu, og eg segði sum var, at tað høvdu vit, og í tí sambandi fíltist eg á, at tað eru 14 mánaðir síðani vit sendu hesa umsóknina inn uttan at hava hoyrt orð ella eið. Og tá so Heðin Mortensen nú sigur, at tilfarið ikki er nøktandi, so geri eg eina seinastu viðmerking til málið, sigur Gullak Madsen.
Bjóðar húsini
Gullak Madsen sigur, at á teimum fundum, hann og arkitektur hansara hava havt við býráðið, er ongantíð komið fram, at nøkur skjøl ella nakað annað vantar í umsóknini um byggiloyvi.
- Tað hevur ymiskt annað verið frammi í tí sambandi. Eitt nú hevur býráðið fílst á, at ov nógv glas var í ætlaða skrivstovubygninginum, men í tí sambandi hava vit spurt um, hvørji ynski býráðið hevði í so máta uttan at teir hava ønt okkum aftur. Í øðrum lagi hevur verið ført fram, at býráðið arbeiðir við einari ætlan um at friða húsini, men fyri tað skulu vit hava svar upp á okkara umsókn, sigur Gullak Madsen.
Og ikki nóg mikið við tí.
- Um talan verður um at friða húsini, hava vit boðið kommununi, at teir kunnu keypa húsini fyri sama prís, sum eg havi latið fyri tey. Men heldur ikki í tí førinum hava vit hoyrt orð ella eið, sigur Gullak Madsen.
Hann sigur, at býráðið eisini hevur ført fram, at talan er um tveir matriklar, men heldur ikki tað er nøkur forðing.
- Vit kunnu jú bara byggja tveir bygningar við brandmúri ímillum. Tað ber væl til innan fyri byggisamtyktina, sigur Gullak Madsen.
Hann slær fast, at byggiumsóknin lýkur øll krøv og allar treytir, og at heldur ikki undanførslan um at byggja skrivstovubygningar á økinum heldur, tí annar av verandi bygningum framman undan er skrivstovuhølir.
- Og undir øllum umstøðum hevur kommunan skyldu at svara einari slíkari umsókn innan eina ásetta tíð, og tá umsóknin ikki lýkur krøvini mátti tað verið tað minsta at sagt okkum hvat tað er, sum vantar, slær Gullak Madsen fast.