Tað vóru boðini frá eigaranum av Cardiff City, Vincent Tan, til venjaran, Malky Mackay.
Malaisiki handilsmaðurin hevur stóran part av náttini hildið samrøður við stjóran í Cardiff City, Mehmet Dalman.
Dalman hevur sannført Vincent Tan um at halda enn einar samráðingar við Malky Mackay.
Mackay stóð á odda fyri Cardiff móti Liverpool í dag, men enn er sum nevnt óvist, men áðrenn Tan kom til Onglands í gjár, gav hann Dalman boð um at seta annan venjara fyri Mackay, antin tað so bleiv undan ella eftir dystin móti Liverpool.
Dalman hevur sín yndis venjara, sum er ein væl umtóktur venjari, sum í løtuni arbeiðir uttan fyri Bretland. Sum skilst er viðkomandi áhugaður í at koma til Cardiff, men bert um hann fær váttan fyri samstarvinum við Vincent Tan.
Eigarin sendi mánadagin ein mail til Mackay, har hann útdýpaði sína ónøgd við venjaran, og gav honum eitt ultimatum, antin at siga seg úr starvi ella at verða koyrdur.