Siga frá AB-ÍF klokkan 15 og NSÍ-HB klokkan 19

Frásøgumenn hjá FM1 sunnudagin verða Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge. Sendingin byrjar klokkan 14.55

Sunnudagin verður nógvur betrideildarfótbóltur á skránni á FM1.

Klokkan 15 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá botnbrakinum úti í Vika á Argjum millum nummar 9, AB og nummar 10, ÍF. FM1 fer eisini at hava heimildarmenn, og fer at kunna um gongdina í dystunum TB-Skála í Trongisvági og B36-EB/Streymur í Gundadali í Havn. Teir báðir dystirnir byrja eisini klokkan 15.

Millum klokkan 17 og 17.50 verður sendingin "Triði Hálvleikur", har m.a. verður prátað við Jákup á Borg, venjara hjá B36, Jákup Martin Joensen, venjara hjá EB/Streymi, Poul Ingason hjá TB og Eyðun Klakstein, venjara hjá Skála. Besta sms´ið sum kemur inn til nummar 559999 vinnur tvey atgongumerki til stórdansin hjá AB í høllini á Hálsi í Havn, leygarkvøldið 7. september.

Klokkan 19 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá oddabrakinum við Løkin í Runavík millum NSÍ og HB.

Samrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo. 

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum.