Ein stórur ítróttardagur við beinleiðis frásøgnum verður aftur á FM1 í dag.
Byrjað verður klokkan 13 tá hondbóltsprátini og flogbóltsprátið frá SportBoxini verða endursend.
Klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal frá sera avgerandi dystinum í SMS-deildini millum H71 og Neistan í Hoyvíkshøllini. VÍF hevur 27 stig, Kyndil 21 stig, Neistin 20 stig og H71 hevur 18 stig. Tí mugu og skulu hoyvíkskvinnur vinna um tær skulu verða við í stríðnum at vinna seg í FM-finalurnar.
Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá Betrideildardystinum millum HB og Víking á ovara vølli í Gundadali í Havn. Ringt verður til Klaksvíkar og Fuglafjarðar, har heimildarmenn eru til dystirnar KÍ-EB/Streymur, ið byrjar klokkan 15, og ÍF-TB byrjar klokkan 16.
Klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur", har eisini verður prátað við Jarvin Feilberg Hansen frá ÍSF um 80-ára haldið hjá ÍSF, ið verður fyrst í komandi mánað.
Klokkan 18 sigur Sjúrður H. Hoydal frá 1. FM-finaluni av møguligum fimm finalum millum H71 og Neistan. 1. FM-finalan verður spæld í Hoyvikshøllini.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.
Ljóðsamrøður koma út á in.fo. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystunum í Betrideildini.