Leygardagin klokkan 14 sigur Óli G. Samuelsen á FM1 beinleiðis frá dystinum í kvinnudeildini millum SÍ og Drátt, og klokkan 16 frá dystinum millum SÍ og Fleyr í mansdeildini. Báðir dystirnir vera spældir í Sørvági.
Ljóðsamrøður við umboð fyri SÍ, Drátt og Fleyr koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.