Siga frá Víkingur-B36 og KÍ-B68

Fótbólturin rullar á Rás2 frá klokkan 13.45 seinnapartin í dag

Rás2 hevur aftur stóran fótbóltssunnudag í dag.

 

Klokkan 13.45 til 14.30 verður fótbóltspanelið frá fríggjadegnum, har Jógvan Martin Olsen var gestur endursent. Klokkan 14.30 verður beinleiðis fjepparaprát við kendu fjeppararnar, Rúna Klein Joensen (Víkingur) og Boga Simonsen (B36). Klokkan 14.40 koma Tróndur Arge og André Olsen beinleiðis ígjøgnum úr Sarpugerði í Norðragøtu. Tróndur Arge fer at siga frá dystinum millum Víking og B36. Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum millum KÍ og B68 norðuri í Klaksvík.

 

Fylgt verður við, og kunnað verður um gongdina í hinum trimum dystunum, sum eru HB-ÍF, TB-Skála og NSÍ-AB. Aftaná dystarlok verður prátað við umboð fyri tey ymisku liðini, sum hava verið í leiki.

 

In.fo fer eisini at kunna frá dystunum í effodeildini. Seinni koma myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður út á in.fo.

 

Til ber hjá øllum at lurta á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.