Siga søguna um at hava tað ringt

Nú fáa tey ungu møguleika at siga sína egnu søgu, og um hvat tey halda eigur at verða gjørt fyri at hjálpa Føroyskir skúlaungdómar eru bjóðaðir at luttaka í skrivikapping, har møguleiki verður við egnum orðum at lýsa, hvussu ung í Føroyum hava tað, tá ið tey hava tað ringt, og hvat tey sjálvi ynskja, at tað verður gjørt fyri at hjálpa teimum.

Kappingin er skipað í trimum bólkum ? 13-14 ára gomul, 15-16 ára gomul og 17-18 ára gomul. Tvær virðislønir eru til hvønn bólkin. 1. virðisløn er 5000 krónur, og 2. virðisløn er 2000 krónur.

Tað er Tóra Petersen, sálarfrøðingur á Psykiatriska deplinum, sum stendur fyri kappingini saman við tveimum læraralesandi ? Louisu Johnsdóttir og Hans Fróða Jensen.

Fyrireikararnir siga, at tey vita ikki um, at kanningar eru gjørdar av, hvat børn og ung sjálvi ynskja skal verða gjørt fyri at hjálpa teimum, eftir at tey hava verið fyri álvarsligum hendingum.

Tað er fyri at royna at finna fram til hetta, at tað nú verður skipað fyri skrivikapping.

Ætlanin er at skriva samlaða frágreiðing um innkomna tilfarið og harvið at fáa eina kvalitativa lýsing av evninum. Tilfarið verður viðgjørt sum ein heild, soleiðis at møguleiki ikki verður fyri at kenna nakran aftur. Tað er eitt krav, at persónarnir eru dulnevndir.

- Tilfarið verður viðgjørt anonymt, og vit vóna, at kappingin fer at bera við sær, at tað fer at bera til at fáa uppaftur meiri og neyvari at vita, um traumatiskar reaktiónir, sigur Tóra Petersen, sálarfrøðingur.

Skúlarnir hava fingið upplýsandi tilfar um skrivikappingina sendandi. Seinasta freist at lata inn er 15. november.