Nýggi fíggjarmálaráðharrin, Jóannes Eidesgaard, hevur útsett ígildiskomuna av nógv umrøddu kunngerðini hjá Karsten Hansen um at banna innflutningi av tollfríum tubbaki. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tikið avgerð um at broyta gildiskomuna fyri kunngerðina um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya.
Gildiskoman verður broytt frá 01. oktober 2008 til 01. desember 2008.
- Hetta er fyrst og fremst fyri at geva spildurnýggju samgongungi ein møguleika at venda spurninginum, áðrenn kunngerðin verður sett í verk, sigur Jóannes Eidesgard.
At kunngerðin er útsett merkir samstundis, at ætlanirnar ikki eru heilt sleptar, og fíggjarmálaráðharrin vil ikki geva nakra falska vón til tey, sum høvdu vónað, at kunngerðin varð strikað.
- Tað eru sjálvandi fleiri ting, sum spæla inn. Heilsupolitiskt gevur tað meining við slíkari kunngerð, og fíggjarliga er tað sjálvandi so, at vit hava eina fíggjarlóg við halli. Og tí eiga vit at gera tað, sum gerast kann, fyri at minimera hetta hallið, sigur Jóannes Eidesgaard.